Maverick hevur fingið nýtt navn

Skeinkistaðið í Klaksvík skal hava nýtt navn

Skeinkistaðið Maverick, sum liggur nærindis fótbóltsvøllin í Klaksvík, skal frameftir ganga undir navinum Pike.

 

Tað skrivar Norðlýsið.

 

Andras S. Jacobsen er nýggjur leiðari á skeinkistaðnum, og hann hevur valt at broyta navn. Navnið varð funnið í navnakapping.

 

Pike hevur eisini bygt um og ætlar at broyta konsept – eitt nú við tónleikaframførslum leygarkvøld, skrivar Norðlýsið.