Max á sigurstrúnini

Max Rasmussen á Tvøroyri vann alt, sum vinnast kann í billard, nú

billardkappingin endaði herfyri. Saman við Eyðun Gullok Svalbard vann hann FM-heitið fyri lið, og stutt eftir ta? vann hann eisini FM kappingina fyri staklingar

 

billard


Staklingakappingin

Umleið 30 spælarar luttóku í innleiðandi umfarinum í staklingakappingin, sum varð spælt í Havn. 10 komu víðari og spældu í tveimum bólkum í Fuglafirði ogt í Klaksvík. Av hesum komu so fýra víðari til endaliga umfarið, sum varð spælt í Klaksvíkar Klubba. Teir fýra vóru Max Rasmussen, Jan Müller, Sonhard Johannesen og Niels Nielsen. Úrslitið gjørdist, at Max fór við sigrinum, nr. 2 gjørdist FM-meistarin frá í fjør, Sonhard, nr. 3 Jan og nr. 4 Niels. Hetta er fyrstu ferð, at Max Rasmussen verður føroyameistari í billard fyri einstaklingar. Max, sum hevur roynst bestur í billardspællinum nú í mong ár var tí eisini ovurfegin, tá hann á samkomu hjá Føroya Bjór tók ímóti steypinum, sum sjónliga tekini um FM-heitið.

Tað er annars vert at leggja afturat, at hetta er annað árið á rað, at ein spildurnýggjur føroyameistari verður funnin. Hóast bæði Sonhard og Max í nógv ár hava talst millum bestu billardleikararnar her á landi, so vóru árinin í fjør og í ár fyrstu ferð, at teir báðir hava vunnið seg upp á tindarnar í einstaklingakappingini.


Liðkappingin

Tvøroyrar Klubbiu gjørdist enn einaferð FM meistari fyri lið. Á liðnum

vórðu teir báðir, Max Rasmussen og Gullok, og í endaumfarinum gjørdu teir púra bart, og vunnu allar dystirnar.

Liðkappingini hevur annars koyrt eftir einum nýggjum leisti í ár, sum varð ætlaður til at hækka um støðið í fremstu deildini, og sum skilst á lagnum, hevur hetta eisini roynst hampuliga væl. Sterkastu leikararnir hava við hesi skipanini fingið fleiri dystir sínámillum, men stóð heilt væl til, kundi kappingin ivaleyst verið enn harðari. Eitt nú teljast Jan Müller og Steinbjørn í Dali framhaldandi millum stinnastu billardspælararnir í landinum, men hvørgin av hesum hevur í ár tikið lut í liðkappingini. At teir teljast millum teir allar bestu verður helst eisini undirstrikað av triðja plássinum, sum Jan vann sær, hóast hann hevur fingist millum lítið og einki við billard í vetur.

Tá alt kom til alt, hevði Tvøroyrar Klubbi vunnið sær 50 stig, Klaksvíkar Klubbi hevði 36 stig, meðan Vágs Klubbi á triðja plássinum hevði 35 stig. Hægsta snittið í kappingini hevði eisini Tvøroyrar Klubbi við23 í miðal, meðan Vágs Klubbi hevði næst hægsta snittið við 22,3 eygum. Klaksvíkar Klubbi hevði 21,1 eygu í miðal.

Í næstbestu dieldini eydnaðist Kagganum at vinna kappingina við 41 stigum. Nr. tvey gjørdist Mimir við 41 stigum, meðan Tvøroyrar Klubbi hevði 32 stig. Her hevði Mimir annars hægsta snittið við 15,3 eygum, meðan Kaggin hevði 14 eygu í miðal. Tvøroyrar Klubbi hevði 12,8 eygu í miðal.