Fótbóltsferð
Ì nógva hitanum í síðstu viku var eitt ferðalag hjá dreingjaliðnum hjá MB/SÍ uppá 17 leikarar og 5 leiðarar í Football Festival í Aarhus og luttók í 4. stevnuni, sum AIA Tranbjerg og Skovbakken skipaðu fyri. Tað vóru 135 lið í kappingini. Liðini komu úr Danmark, Noreg, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Ungarn, Onglandi, Japan, Uganda, Albania. Í okkara bólki vóru um 28 lið.
Ùrslitini í innleiðandi bólkinum vóru:
25.07 Skogsvåg IL MB/SÍ 3-2 (3-0) (málskjúttar: Dann, Brandur)
26.07 MB/SÍ AIA Tranbjerg 0-5 (0-2)
26.07 14.50 FK Totem 2 MB/SÍ 5-0 (0-2)
27.07 FK Totem 2 - MB/SÍ 1-1 (0-1) (Dann)
27.07 MB/SÍ FC 8210 3-0 (2-0) (Brandur 2, Emil 1)
28.07 Semifinala: MB/SÍ Mariehøj IF 1-2(1-0) (Dann)
29.07 3.pláss MB/SÍ - Kjelsås IL 1-0 (1-0) (Brandur)
Her lótu vit ongan iva verða. Vit løgdu okkum á odda stutt fyri hálvleik við einum góðum málið av Brandi. Og so høvdu vit tamarhald á dystinum, og kundu fingið okkurt afturat, men at enda koyrdu liðið siðurin heim.
Hósdagin vóru leikararnir í Tivoli og sunnudagin vóru leikararnir ein túr í Djurs Sommerland í nógva hitanum - um 31 hitastig. Leikararnir búði í Grønlykkeskolen og ótu í Ítróttarhøllini á staðnum. Stutt var til vallirnar, sum vóru 25 í tali. Sum heild vóru hesir góðir, men tó heldur harðir, eftir ein mánað við turki.
Dreingirnir takkað øllum sum gjørdi ferðina til veruleika.