MC gjørdi jólini á Hafnia til nakað serligt

FM1: Tað tók fleiri ár hjá fólki at fyrigeva okkum, at babba og Jóhan seldu, sigur Rósa Maria Restorff.

MC gjørdi jólini á Hafnia serlig

- Tað tók fleiri ár hjá fólki at fyrigeva okkum, at babba og Jóhan seldu, segði Rósa Maria Restorff, F&B-leiðari á Katrinu Christiansen, um tíðina aftan á, at pápi hennara M. C. Restorff, og pápabeiggin, Jóhan Restorff, seldu Hotel Hafnia í 2005.

 

FM1 sendi fyrr í vikuni beinleiðis frá Katrinu Christiansen og prátaði millum annað við Rósu Mariu Restorff, sum enn starvast í fyritøkuni, og M. C. Restorff.

 

Mong hava góð minni frá serligu jólamáltíðunum á Hotel Hafnia, tá M. C. ofta sat við klaverið og spældi, meðan fólk hugnaðu sær við eini góðari máltíð.

 

Rósa Maria Restorff sigur, at júst hetta við live-tónleikinum datt eitt sindur burtur, tá familjan seldi hotellið í 2005.

- Tá babba sær har við klaverið og fólk sótu við kalda borðið ella keyptu ein búff, so sat babba har og spældi. Og eg og systir mín hava báðar verið tænarar ta tíðina, og so sigur hann, Rósa, kom líka her, og so fekk eg eina mikrofon í hondina. Komið vit og syngið hendan, og so sang eg fyrstu stemmu, meðan hann tók eina aðra stemmu til og spældi klaver, greiðir hon frá.

 

- Tá so knappliga nógv bleiv at gera, so segði hann, at nú verður ein pausa, og so reisti hann seg at servera og babba gekk millum gestirnar og tók av borðinum og bar nýtt inn. Og tá so øll høvdu fingið og alt var friðarligt aftur, so setti hann seg aftur við klaverið. Tað var ein serligur stemningur og fólk elskaðu tað, sigur hon.

 

Brotið um jólini eru at hoyra frá 44. minutti í samrøðuni.

 

M. C. greiðir eisini frá umstøðunum, tá teir seldu. Aðrir gestir í sendingini vóru Jákup og Jógvan Zacariassen, sum tosaðu um nýggju útgávuna av sangum hjá pápa teirra, Zachariasi Zachariassen, sála. Jan og Kurt Fossaberg vitjaðu eisini, umframt at Guðrun Sólja Jacobsen sang.

 

HERber til at hoyra alla sendingina.