Hárføgru unglingarnir í MC-Hár, við tí einfalda kærleiksboðskapinum, eru útvaldir. Tað eru kortini ikki tær hægru maktirnar, ið hava fingið hendur á tónleikarunum, men danskir talentleitarar. Hesir, og nógvir aðrir vóru við í Norðurlandahúsinum, meðan finalan í Prix-Føroyum var.
MC Hár gjørdist nummar trý í Prix-Føroyarfinaluni; og at bólkurin nú er útvaldur at royna seg frammanfyri fjøld av talentleitarum í Danmørk, er ein stór viðurkenning fyri føroyskan tónleik.
Tað var Fróði Vestergaard, samskipari í Norðurlandahúsinum, ið fekk fjøldina av uppdagarum til Føroya, og hetta arbeiðið er nú komið eitt fet nærri einum fruktargóðum úrsliti.
Talentleitararnir, ið bóru eyga við MC-Hár, umboða eitt tónleikatiltak, ið nevnt verður, Spot-festivalurin. Hesin festivalurin er ikki sum teir vanligu, t.d. Roskildefestivalurin. Talan er um ein sonevndan »bransju-festival«, og sostatt er tað ikki hissini áhoyrarafjøld, ið har verður. Ein ørgrynna av plátufeløgum og øðrum talentleitarum hittist á hesum festivali, sum verður hildin í Aarhus. Almenningurin sleppur eisini á festivalin, men spælt verður fyrst og fremst fyri teimum, ið velja og vraka?
MC-Hár sleppur á pallin »prime-time«, leygarkvøldið 9. oktober, og Niels Uni Dam, andaligur oddamaður í MC Hár, sigur, at teir gleða seg at vera við.
Hetta er øgiliga deiligt, og vísir, at tað var rætt, at Fróði Vestergaard legði so stóra orku í at fáa talentleitarar til Føroya í sambandi við Prix-Føroyar. Vit fara at spæla sum vanligt á festivalinum; kanska venja vit eitt sindur áðrenn, men tað verður vælkenda MC-hárið, sum fer á pall í Aarhus, sigur Niels Uni, og leggur dent á, at teir ikki verða vónbrotnir, um ongin plátusáttmáli spyrst burturúr royndunum.
Vit taka hetta sum eina stórsligna viðurkenning, og vóna hitt besta, og minst til: Undir øllum umstøðum, so elskar MC-Hár teg?