MCS og ICES vantandi innlit

Nógv orðaskifti tók seg upp, tá bretskir fiskakeyparar søgdu seg ikki vilja keypa føroyska hýsu, men Jacob Vestergaard heldur ikki, at MCS og ICES hava neyðuga innlitið. Støðan á bretska marknaðinum kom í, tí havumhvørvisfelagsskapurin Marine Concervation Society (MCS), setti føroyska hýsu á lista yvir fiskasløg, sum tey ráða fólki frá at keypa.

Orsøkin til, at MCS hevur føroyska hýsu á svartalista, er, at altjóða havgranskingarstovnurin ICES heldur, at føroysk hýsuveiða skuldi verið steðgað longu í 2009.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, sigur, at boðskapurin hjá MCS - og óbeinleiðis frá ICES ? hevur ført til bráðfeingis handilsbann móti føroyskari hýsu.

Hann vísir til eitt brot úr ICES-frágreiðing um hýsustovnin við Føroyar fyri 2009, har havgranskingarstovnurin sigur, at stovnurin nú verður veiddur burðardygt.

- At ICES so í niðurstøðuni kortini mælir til at gevast við allari hýsuveiðu og samstundis mælir til at leggja eina ætlan um at byggja stovnin uppaftur, vísir, at tey ikki hava neyðuga innlitið í okkara fiskiskap.

Landsstýrismaðurin vísir á, at sera lítil beinleiðis hýsufiskiskapur er við Føroyar, men at tað mesta verður veitt sum hjáveiða í øðrum fiskiskapi.

Jacob Vestergaard samanber eisini orðingarnar hjá ICES við orðingarnar hjá MCS um okkara hýsuveiðu.

- Her síggja vit, hvussu lítið hesin umhvørvisfelagsskapur vandar sær um sín boðskap, tí MCS sigur beinleiðis, at hýsa í føroyskum sjógvi er fyri ovfiskiskapi, og vísir til ICES, sum í síni frágreiðing sigur, at hýsa nú verður veidd burðardygt, sigur Jacob Vestergaard, sum heldur, at vit sjálvandi skulu taka trupulleikarnar í størsta álvara.