Landsstýrismannaskifti
Løgmaður gjørdist ovfarin at hoyra landsstýrismannin í útvarpinum boða frá, at hann sum seinastu gerðina sum landsstýrismaður fer at gjalda standmynd úr egnum lumma, um ikki pengar fáast til tað frá tí almenna.
-Ein landsstýrismaður hevur ikki loyvi til at handla fyrr enn hann hevur fingið tey formellu tingini uppá pláss, harí eisini mandat og heimild til at gjalda fyri ta avgerðina.
Løgmaður sigur, at fyri einhvønn landsstýrismann og stovnsleiðara sum hevur heimild at brúka skattaborgarans pengar á eini fíggjarlóg ella á eini játtan áliggja nøkur krøv til heimild at disponera. -Tú kanst ongantíð binda nakað uppá nakað av nøkrum øðrum uttan tú sjálvur hevur heimild til tað. Hetta er prinsipielt og grundleggjandi. Tað hann ger her er bæði skeivt og eisini ólógligt, um hann ikki hevur kannað sær hesar heimildir áðrenn.
Løgmaður sigur, at hann gjørdist sera kløkkur, tá hann hoyrdi landsstýrismannin í útvarpinum boða frá, at hann fór at gjalda úr egnum lumma fyri eina standmynd, um ikki Mentamálastýrið hevði pengar til tað. ?Tá man sigur slíkt, so handlar man ikki sum landsstýrismaður men sum privatpersónur. Men her úttalar hann seg tó sum landsstýrismaður og hevur hann ikki heimildirnar uppá pláss, so verður hann noyddur at betala tað úr sínum egna lumma.
Løgmaður spyr annars um hetta ikki er eitt medieflopp frá Tjóðveldisfloksins síðu heldur enn tað at sita og umsita skattaborgarans pengar uppá ein skilagóðan máta.
-Hetta er í hvussu er ikki í tráð við tær ásetingar, sum standa í játtanarskipanini og øllum tí, sum hevur við fíggjarlóg at gera og hevur Tórbjørn ikki hesi viðurskifti uppá pláss, so hevur hann ein trupulleika líka mikið um hann fer frá ella ikki. Løgmaður tekur tó tað fyrivarni, at hann veit ikki um landsstýrismaðurin hevur gjørt eina bindandi avtalu fyri landskassan.
-Tá hann sigur, at betalir Mentamálastýrið ikki, so betalir hann sjálvur, kundi bent á, at hann ikki hevur tey formellu viðurskiftini í lagi, áðrenn hann tekur avgerðina vegna landsstýrið. Hetta snýr seg ikki um málið sjálvt men at koma út við nøkrum sum eftir míni meining ikki er formelt uppá pláss, áðrenn tað kemur fram.
Tað kom eisini heldur ávart á løgmann, tá hann frætti, at tíðindafundur skuldi vera í Mentamálastýrinum við fráfarandi og nýggja lansstýrismanninum, áðrenn skiftið skuldi fara fram seinnapartin í gjár. -Hetta er aftur eitt medieflopp eftir míni meining.
-Men hvussu ber tað so til, at løgmaður góðtekur slíkt, tá hann er skipari á landsstýrisskútuni? -Eg finni meg heldur ikki í hesum. Havi so eisini sagt mína meining við formannin í Tjóðveldisflokkinum og fráfarna landsstýrismannin um henda mátan at upptraðka uppá.
-Hetta snýr seg ikki um praktisk ting men at fara út í fjølmiðlarnar. Har eg hevði mett at hann skuldi hildið ein sera lágan profil hevur hann havt ein sera høgan profil. Soleiðis sum Tórbjørn Jacobsen hevur borið seg at seinastu vikuna er heilt í andsøgn til allar vanligar mannagongdir. Men hann hevur so havt fría atgongd til pressuna, sum eg ikki fáa gjørt nakað við. Men eg eri so avgjørt ikki nøgdur við tað, tvørturímóti sigur løgmaður í viðmerkingini.