Medina á Voxbotn 2012

Tá skipað verður fyri tónleikatiltakinum Voxbotn 2012 seint í juni, fer kenda danska songkvinnan Medina at framføra. – Hóast Medina hevur úr at gera, vil hon fegin koma til Føroya at syngja, og hon gleðir seg, siga fyrireikararnir av Voxbotn 2012

Leygardagin 30. juni verður Vágsbotnur karmur um eitt nýtt tónleikatiltak, ið hevur fingið heitið Voxbotn 2012.

- Hetta skal verða ein hugnaligur dagur, har ung sum eldri kunnu njóta góðan føroyskan og útlendskan tónleik í einum fantastiska vøkrum umhvørvi í Havnini, siga fyrireikararnir.



Medina skal framføra

Høvuðsnavnið, sum fer á pallin henda dagin, er Medina úr Danmark. Hon er størsta navnið innan danska tónleikaheimin í løtuni og er eisini í fer við at gerast kend í Amerika. Tískil hevur tað heldur ikki verið heilt lætt, at fingið Medinu at upptraðka í Føroyum í juni mánaði.

- Samráðingarnar byrjaðu fyri fleiri mánaðum síðani, men nú eydnaðist tað loksins, sigur Rúni Djurhuus, sum hevur samskipað skránna til Voxbotn 2012. Hetta er fyrstu ferð, at Medina er í Føroyum, og sambært Rúna Djurhuus er tað alt annað enn bíligt at fáa eina so kenda og góða songkvinnu til Føroya.

- Vit vilja fegin hava tónleik, sum er á einum høgum støði, til at vera við á Voxbotn 2012, og ein so mikið dugnaligur tónleikari sum Medina kostar sjálvandi nógv. Seinastu fimm árini er tað blivið dýrari og dýrari at fáa hana at framføra, so vit hugsaðu, at vit mugu fáa hana til Føroya at syngja, áðrenn prísurin verður enn hægri, sigur Rúni Djurhuus. Orsøkirnar til, at fyrireikararnir hava valt at fingið Medinu við til Voxbotn 2012, eru fleiri.

- Tá tú skipar fyri einum stórum tiltaki, ert tú noyddur at hava eitt gott tónleikanavn at framføra. Annars tíma fólk ikki at koma. Og í dag krevja fólk tónleik úr høgari góðsku, og vit meta, at ein songkvinna sum Medina avgjørt borgar fyri góðsku.



Voxbotn í Vágsbotni

Umfamt Medinu fer nógv annað at henda í Vágsbotni leygardagin 30. juni.

- Vit fara eitt nú at hava stórar hoppiborgir til børnini, skipað verður fyri grillparty, og so verða stólar og borð stillað upp ymsastaðni, so fólk eisini kunnu sita niðri og hugna sær, siga fyrireikararnir.

At tað júst er Vágsbotnur, sum er karmur um tiltakið, er ikki av tilvild.

- Vágsbotnur er eftir okkara tykki perlan í Havnini, og vit halda, at hetta er eitt perfekt økið til eitt tiltak av hesum slag, greiðir Rúni Djurhuus frá. Hann hevur saman við øðrum lagt seg eftir at gera eina fjølbroytta tónleikaskrá til fyrsta Voxbotn tiltakið.

- Komandi tíðina fara vit so við og við at avdúka, hvørjir bólkar og einstaklingar fara at framføra, men eg kann fortelja so mikið, sum at tað verður okkurt til tey ungu og eisini okkurt til tey eldru, sigur Rúni Djurhuus, sum leggur afturat, at tónleikurin fyri tað mesta fer at vera innan sjangrurnar rokk og popp. Eydnast tiltakið væl, og fólk taka væl ímóti tí, er ætlanin at Voxbotn skal verða eitt afturvendandi tiltak í Vágsbotni um summarið. 







Hvør er Medina?

- Medina Danielle Oona Valbak, 29 ára gomul

- Fødd og uppvaksin í Risskov, Århus

- Pop og RnB-sangskrivari og songkvinna

- Fyrsta fløguútgávan ”Tæt På” var í 2007

- Gjøgnumbrotið fekk hon í 2008 við lagnum ”Kun for mig”



Diskografi:

• Tæt på (2007)

• Velkommen til Medina (2009)

• Welcome to Medina (2010)

• For altid (2011)