Mánanáttina vórðu sterk pínustillandi evni stolin úr medisinkistuni á Akraneesi, sum lá við bryggju í Miðvági. Løgreglan hevur uppklárað málið.
Klokkan gott tvey mánanáttina fekk løgreglan í Vágum fráboðan um innbrot umborð á Akranesi, sum lá við bryggju í Miðvági. Medisinkistan var brotin upp, og heilivágur stolin.
Rímiliga góðar upplýsingar hevði løgreglan og fór á eina adressu í Miðvági, har ein maður varð tikin fyri innbrotið, sigur vakthavandi á politistøðini í Miðvági.
Tað vísti seg, at maðurin einsamallur hevði verið umborð á Akranesi og brotið medisinkistuna upp. Hann hevði verið við bili á bryggjuni, sigur løgreglan.
Og tann koyritúrin verður hann so í fleiri førum ákærdur fyri eisini. Í fyrst lagi fyri at koyra ávirkaður. Bæði av rúsdrekka og øðrum rúsevnum. Í øðrum lagi fyri at hava koyrt bil uttan at hava nakað koyrikort.
Bilin hevði hann lænt frá einum vinmanni, sigur vakthavandi á politistøðini í Miðvági. Og hesin vinmaðurin fær so eisini eina heilsu frá løgregluni í hesum málinum. Nevniliga fyri at lata bilin til ein persón, sum als ikki var førur fyri at koyra bil.
Maðurin, sum var umborð á Akranesi mánanáttina, er gamal kenningur hjá løgregluni í Vágum, sigur vakthavandi.
Løgreglan metir hetta málið sum fult uppklárað.