Vit eiga tí at spyrja: Hvør verjir vælferðina, nú stórar sparingar helst liggja fyri framman? MEGD hevur sent klagu til landsstýrið um júst hetta mál.
Sostatt manglar føroyska samfelagið framvegis hesa týðandi verju fyri vælferðina, her undir eitt óheft eftirlit við at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvar við altjóða brekrættindasáttmálan, sum eisini er galdandi fyri Føroyar.
Trýstið á føroyska vælferðarsamfelagið hevur sjálvdan verið størri, enn í hesum tíðum: Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur í dag, fríggjadagin 20. juni, meldað út, at sera umfatandi sparingar liggja fyri framman innan eitt nú almanna- og heilsuøkið. Útlitini hjá fólki, ið bera brek ella hava varandi sjúku, tykjast sostatt at fara at versna alsamt, og Brekumboðið átti sambært galdandi lóg at havt ein týðandi leiklut at ráðgeva, kunna um og verja vælferðarsamfelagið saman við teimum feløgum, ið umboða fólk við breki og varandi sjúku. Harumframt hava fleiri stór og týðandi politisk mál, ið hava grundleggjandi og serligan týdning fyri fólk, ið bera brek ella hava varandi sjúku, verið viðgjørd síðani 1. januar 2025, millum annað bygnaðarbroyting innan heilsuøkið, bygging og broytingar innan almannaøkið, inklusjón í fólkaskúlanum og uppskot um at hækka pensjónsaldurin.
Veruligar sparingar kunnu neyvan verða framdar uttan munagóðar avleiðingagreiningar av ætlanum og nýskipanum, og her vita umboðandi feløg best, hvussu skipanir virka ella ikki virka fyri limir teirra. Brekumboðið átti sambært galdandi lóg at havt ein leiðandi leiklut í hesi tilgongd, sum mest sannlíkt eisini kundi verið við til at tryggja burðardygd og inklusjón í skipanum og langtíðar búskaparligt og menniskjasligt haldføri. Fíggjarmálaráðið og Brekumboðið kundu eitt nú samstarvað um at greina og kanna væl og virðiliga, hvussu komandi fíggjarlóg kundi verið skipað sambært fakligu vegleiðingini frá Sameindu tjóðum til heimsins lond um hvussu fíggjarlógir eiga at verða smíðaðar fyri at fremja rættindi og burðardygd í verki.
Fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, Sirið Stenberg, lovaði alment í januar mánað, at Brekumboðið skuldi setast tíðliga í vár, og Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, úttalaði seg alment fyrst í mai mánað um, at seinkingarnar eru orsakaðar av, at mann framvegis leitar eftir staðseting og at lønarviðurskiftini hjá Brekumboðnum eru enn ikki komin upp á pláss. Hesar grundgevingar eru veikar og stríða við rættartrygdina, millum annað tí at serligu lógarviðmerkingarnar til grein 10 í lógini um Brekumboð greiðir frá at lógin kemur í gildi 1. januar 2025 og at tá lógin er samtykt, verður farið undir fyrireikandi arbeiðið at seta Brekumboðið á stovn og at finna hóskandi staðseting til Brekumboðið. Landsstýrið hevði sostatt 9 mánaðir at fyrireika í áðrenn lógin kom í gildi, og nú skjótt 6 mánaðir síðani, er framvegis ikki borið á mál.
Tað er tí ein sannroynd, at Brekumboðið framvegis ikki er farið til verka og tað er ógreitt nær hetta verður. Hetta setur eisini spurnartekn við, um útinnandi valdið (landsstýrið) hevur gjørt sum lóggávuvaldið (løgtingið), hevur samtykt, tað vil siga um reglan um valdsbýtið er hildin. Eisini eiga vit at spyrja, um legalitetsmeginreglan (meginreglan um formliga lóg), har fyrisitingarvaldið altíð er bundið av lógunum í síni umsiting, er hildin, tá tað er gingin so long tíð síðani lógin varð samtykt og tað framvegis er óvist nær Brekumboðið í roynd og veru fer til verka. Seinkingarnar geva ábendingar um manglandi virðing fyri avgerðum hjá Føroya løgtingi, sum er ein rættiliga álvarsom avbjóðing fyri føroyska fólkaræðið.
Á hesum grundarlagi hevur MEGD klagað til løgmann, Aksel V. Johannesen, sum hevur ábyrgd og eftirlit við starvi landsstýrisins, og til avvarðandi aðalráð, Almannamálaráðið, um, at lógin um Brekumboð hevur verið galdandi í umleið eitt hálvt ár, men at lógin framvegis ikki er framd í verki. Vónin er, at Brekumboðið sum skjótast fer til verka, og gerst ein sannur verji fyri vælferðarsamfelagið og rættindi hjá fólki, ið bera brek og hava varandi sjúku.
Keldulisti
[1] Løgtingslóg nr. 17 frá 26. mars 2024 um Brekumboð
[2] Bekendtgørelse af FN-konvention af 13. december 2006 om rettigheder for personer med handicap, sí Lógarsavnið www.logir.fo.
[3] Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í tíðindunum 20.06.2025: kvf.fo/ljod/sending/utvarpstidindi
[4] Realizing human rights through government budgets / United Nations, Human Rights, Office of the High Commissioner and International Budget Partnership. UN Office of the High Commissioner for Human Rights. 2017. HR/PUB/17/3
[5] Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinna í almannamálum, í tíðindunum hin 22.01.2025: kvf.fo/greinar/2025/01/22/brekraettindasattmalin-st-hevur-59-tilmaeli-og-vidmerkingar
[6] Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður við almannamálum, 08.05.2025: kvf.fo/greinar/2025/05/08/brekumbodid-skal-flokkast-og-holir-finnast-adrenn-tad-verdur-lyst-leyst