Megin fór út við Rodrigo

Við tveimum málum sýndi Rodrigo sín stóra týdning fyri KÍ. Men tá hann hálvskaddur noyddist av vøllinum, gjørdist týdningurin enn sjónligari

Fótbóltur

 

Víkingur og KÍ tjóvstartaður 8. umfarið av Formula-deildini longu fríggjakvøldið í góðveðrinum, sum hevur verið kring landið seinastu tíðina.

Um heimamenninir høvdu sólað sær ov nógv, skal tó vera ósagt, men teir fingu í øllum førum kalt brúsubað alt fyri eitt, tá John Hammer kundi leggja KÍ á odda. Og fram um alt,s o syrgdi skjóta málið fyri, at talan gjørdist um ein dyst, sum í spæli gjørdist mest sum víðopin.

 

Skuldi steðgast

Stóran part av dystinum gjørdist talan nevnliga um spæl, sum gekk skjótt úr enda í annan á vøllinum.

Við einum støðugt vandamiklum Rodrigo, sum í góðveðrinum sýndi sannar samba-taktir, hótti klaksvíkingar alla tíðina Víkingamálið, meðan heimaliðið hinvegin legði nógv fyri í royndunum at stríða seg aftur í dystin.

Tað tóktist tó, sum skuldi Rodrigo gerast munurin. Víkingur javnaði, tá Jákup Mikkelsen sá ógvuliga passivur út eftir hornaspark, soleiðis at Símun Louis Jacobsen sera bleytt kundi stúta í málið, men so tók Rodrigo um endan.

Eftir fleiri ávaringar gjørdi hann bart, tá hann smoygdi sær millum tveir verjuspælarar, áðrenn hann flatt smekkaði í netið til hálvleiksleiðslu, og hann var ikki liðugur.

Eftir steðgin gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn brasiliumaðurin aftur gjørdi um seg. Hesa ferð fekk hann fríspark í vinstru, og tá tað varð sent innfyri, sneiddi Rodrigo hegnisliga bóltinum í síðunetið til 3-1.

Tað ljóðaði, at Rodrigo undan dystinum hevði lítlan vøddaskað. Og í so máta verður helst óhugnaligt at vera mótstøðumaður, tá skaðin er burturi. Hinvegin skerst ikki burtur, at KÍ-venjarin hevur rætt, tá hann sigur seg bera ótta fyri heilsustøðuni hjá spælaranum. Tað var í seinna hálvleiki púrasta greitt, at Víkingur hevði sett sær fyri, at maðurin skuldi steðgast. Og so vóru midlarnir mest sum undirordnaðir. Fleiri ferðir varð hann tikin harðliga, og ta einu ferðina hevði verið bilsin, um ostaskorpan varð drigin úr lummanum.

 

Bardu seg aftur

Og tá so Rodrigo varð tikin av vøllinum, gjørdist heimatrýstið mest sum púrasta massivt. KÍ var ógvulgia tannleyst, men tað gekk tó sera striltið hjá Víkingi at fáa javnvág í málskjótingina. Og var tað ikki fyri Andreas Lava Olsen, eydnaðist hetta kanska als ikki.

Leirvíkingurin gjørdist tó stóri maðurin í Gøtu. Fyrst høgdi hann eitt dreymaskot upp í málhornið. Hann átti eisini sín stóra lut í møguleikunum, sum í tveimum førum noyddu Jákup Mikkelsen til tær heilt stóru bjargingarnar, men heldur ikki landsliðsmálverjin kundi gera nakað, tá Andreas í yvirtíðini skoraði sítt seinna mál. Hesa ferð kundi Jákup bara hálvbjarga drønstútara, og so bankaði Andreas returin í meskarn.ar

Umframt Lava-mannin hjá Víkingi, so vóru tað gomlu GÍ-dygdirnar, sum bóru stig við sær. Tað sá ikki altíð vakurt út, og harðliga viðferðin av Rodrigo festi eisini eld í klaksvíkingarnar, sum ikki smæddust við at svara skitið aftur.

Kanska kundi tað spælt øðrvísi av, um neyðbremsa móti John Hammer hevði kostað reytt, men Víkingarnir hildu fram við ellivu á vøllinum, og so kundi seinasta trýstið setast inn. Eitt trýst, sum í seinasta enda bar stig við sær.