Mein Schiff á vitjan í Havnini

Annan dagin á rað vitjar eitt týskt ferðamannaskip Havnina. Í dag er tað stóra ferðamannaskipið Mein Schiff, ið liggur Við Molan í Havnini.

Mein Schiff kom á Havnina í morgun, men steðgar bara í nakrar fáar tímar. Skipið rúmar umleið 2680 ferðafólkum, og tað sæst eisini aftur í býnum, at eitt stórt ferðamannaskip hevur lagt at bryggju. Umleið 900 fólk starvast umborð.


Skipið loysti úr Hamburg 01. juli, og hevur siglt framvið norsku strondina norður til Longyearbýin í Svalbard, síðani til Íslands og er nú í Føroyum. Leiðin gongur hiðani til Kirkwall áðrenn siglt verður aftur til Hamburg.


Skipið, ið er skrásett í Malta, er umleið 260 langt og 32 metrar breitt. Skipið varð bygt í 1996 á eini verksmiðju í Týsklandi.


Nú verður ein lítil steðgur í streyminum av ferðamannaskipum, ið vitja Havnina. Sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn, so vitjar næsta ferðamannaskipið ikki fyrr enn týsdag í næstu viku, men síðani koma skip javnan á vitjan fram til endan av august.