Meinhard til Norra at venja

B36 verður helst uttan Meinhard E. Olsen komandi ár

Meinhard E. Olsen er í hesum døgum í Norra, har hann skal venja við Kristiansund, sum spælir í Tippuliguni. U21-landsliðsspælarin leitar í løtuni eftir nýggjum avbjóðingum.

 

- Eg kann vátta, at Meinhard er farin til Kristiansund at venja í hesum døgum við tí fyri eyga, at gera sáttmála, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður.

 

U21-landsliðsspælarin hevur seinasta hálva annað árið spælt við B36, eftir at hava spælt við Vendsyssel í Danmark. Hann hevur verið ein profilur á árstalsliðnum, men leitar sær nú nýggjar avbjóðingar. Tó kemur hann at spæla við B36 restina av kappingarárinum.

 

Hetta kemur ikki óvart á leiðsluna í B36, tí hann hevur eitt nú í summar eisini umhugsað støðuna. Jákup á Borg, venjari hjá B36, segði við FM1 fyri eini viku síðan, at felagið helst skal klára seg uttan Meinhard E. Olsen og Odmar Færø komandi kappingarár.

 

Sum skilst, so verður Kaimar Saag heldur ikki ein partur av hópinum komandi ár, meðan avloysarar kunnu verða spælarar sum Árni Frederiksberg (NSÍ), Brian Jakobsen (Skála) og Bjarki Nielsen (AB).