Meinhardt var føddur í 1924 og sleit barnaskógvarnar í Tróndargøtu við Rabarbukvarterið í Havn. Foreldrini vóru Malla Johannesen, ættað úr Vestmanna og Óli Arge, ættaður av Argjum. Systkini vóru fimm í tali, Niels Juel, Hanna, Meinhardt, Johannes (Hannis) og Maria. Brøðurnir eru farnir, meðan systrarnar liva enn.
Tá lærutíðin á Líknarráðnum var av, fór Meinhardt í Sjóvinnubankan, har hann millum annað arbeiddi undir Torsteini Petersen, Sølvsten og Rasmusi Olsen. Eftir 18 ár í Sjóvinnubankanum gjørdist hann bókhaldari hjá S.H.J. Radiohandil hálvan dag, meðan hann brúkti restina av arbeiðstíðini í virkinum hjá pápanum í Gundadali, har lunnar vóru lagdir undir verkstaðið og bilasøluna Auto Service.
Meinhardt giftist í 1948 við Onnu-Lisu, sum kom úr Skive í Jútlandi. Tey bygdu í Fríðrik Petersensgøtu og fingu børnini Inger, Gunnleyg Finnboga og Árna, sum øll búgva í Havn uttan Gunnleyg, sum býr á Fredriksberg. Lisa doyði í 1982. Nøkur ár seinni giftist Meinhardt uppaftur við Tóru Frisdahl, og bygdu tey úti í Havnardali.
Á ungum árum var Meinhardt kendur fyri sítt góða fótbóltsspæl. Longu 14 ára gamal spældi hann á 1. liði hjá HB, og seinni kom hann á landsliðið. Tá hann fylti 24 ár í 1948, skrivaði Ítróttartíðindini soleiðis:
"Í øðrum londum er tað so, at ítróttarmenn ella -kvinnur, sum skara fram úr, vita, at ikki bert allir limir innan felag teirra men hópur av ítróttahugaðum fólki kring landið fylgja teimum í huganum við góðum ynskjum, verja teir í kjaki, ferðast langar leiðir fyri at síggja sín mann, standa í troki fyri at fáa hendur á ítróttarbløðini so síggjast kann, hvat onnur halda um teirra "favorit" o.s.f.v. Hetta er tað, ið nevnt verður stjørnudyrkan, og sum er skaðiligt, tá ov nógv verður gjørt av. Vist er tó tað, at hesin sami, sum veit, hvussu nógv menniskju hava álit á honum, hann eirir sær ikki - ger sítt allrabesta hvørja ferð - hann kennir ábyrgdina.
Henda "dyrkan" er at kalla ókend hjá okkum.
Kortini kunnu vit ikki nokta, at Havnin er í tvíningum - onnur helvtin fyri HB, hin fyri B36.
Einstakilingar verða ikki "dyrkaðir" her hjá okkum, men Meinhardt Arge er um at vera eitt undantak. Hann skarar somikið fram úr við sínum bóltkunnleika, fintum og treystleika, at skilafólk úr báðum áður nevndu bólkum fylgja honum á leikvøllum og frøast, sama gera útlendingar, ið bera eyga við leik hansara. Meinhardt verður 27. november 24 ár, og vit ynskja honum og HB til lukku og mong góð ár enn á leikvøllum."
Meinhardt gjørdist undangongumaður innan føroyskt bilvirksemi. Tað eydnaðist honum saman við pápanum at flyta fyrsta japanska bilin yvirhøvur inn til Norðanlond. Bilurin var ein Prince Skyline, sum kom til Føroya í 1962. Hetta var áðrenn verksmiðjan fekk navnið Datsun. Í dag eitur verksmiðjan Nissan.
Meinhardt yvirtók AutoService í 1978 og flutti virksemið niðan á Háls. Virksemið vaks skjótt, og neyðugt var longu í 1982 at byggja út. Í 1985 seldi hann fyritøkuna til synirnar. Stutt eftir komu kreppuárini, og hevði hetta við sær stórar broytingar. Í dag rekur elsti sonurin bilfyritøkuna, sum heldur til við Oyggjarvegin. Fyritøkan eitur P/F Meinhardt Arge.
Meinhardt hevði sína dagligu gongd á virkinum til fyri nøkrum árum síðani. Seinnu árini hevur hann brúkt nógva tíð uppá ættargransking og føroyska bilsøgu, sum hann partvíst hevur fest á blað.
Frá barnsbeini hevur hann havt serligan áhuga fyri seyðarhaldi. Síðani sekstiárini hevur hann eisini havt trøð í Havnardali, sum hann framvegis hevur stóra gleði av. Tey seinnu árini er hon røkt saman við yngsta soninum, Árna.
Dagurin verður hildin saman við nærmastu familjuni.