Sunnudagin kl. 17.00 verður serligur adventshugni fyri alla familjuna í Meinigheitshúsinum. Ætlanin er, eins og gjørt varð í fjør, at tiltakð byrjar kl. 17 og endar umleið 17.45, og eftir tað verður so drekkamunnur og hugni.
Á skránni til henda adventshugnan er:
Jólasangir
Jólasøga
Stutt andakt
Nakrir sunnudagsskúlasangir
Nevnast kann, at ungdómur sum samlast til tiltakið í kjallaranum, saman við ?Funny Finn? kemur at virka við, bæði við sangi og við undirspæli, so at tað verður ein lættur, fjálgur og góður adventshugni fyri øll, børn, ung, miðaldrandi og gomul, nú sunnukvøldið 07. desembur kl. 17.00.
Tískil verður eingin sunnudagsskúli og møti, orsakað av adventshugnanum, men øll eru sjálvandi sera vælkomin kl. 17.00