Meira enn 50 milliónir brúktar upp á prestagarðar

Síðani føroyska fólkakirkjan varð yvirtikin sum føroyskt málsøki í 2007, eru meira enn 50 milliónir krónur brúktar til viðlíkahald og dagføringar av prestagørðum kring landið.

Tað skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

 

Tá fólkakirkjan varð yvirtikin, vóru prestagarðarnir eisini partur av yvirtøkuni. Sambært Fólkakirkjuni vóru fleiri av teimum tá í sera vánaligum standi eftir nógv ár uttan neyðugar ábøtur.

 

Longu í 2008 varð danska ráðgevingarfyritøkan Bascon biðin um at gera eina støðulýsing av øllum prestagørðunum. Henda lýsingin gjørdist grundarlag undir skipaða arbeiðinum at dagføra bygningarnar.

 

Fólkakirkjan leggur dent á, at prestagarðarnir ikki bara eru bústaðir hjá prestum, men eisini hava stórt søguligt og mentanarligt virði.

 

Prestagarðarnir verða lýstir sum týdningarmiklir partar av føroysku byggi-, kirkju- og mentanarsøguni, har fólk í øldir hava fingið bæði ráðgeving og sálarrøkt.

 

Sama viðring eigur tí at verða sýnd hesum bygningum, sum øðrum søguligum húsum, verður sagt.

 

Meginreglan er, at teir sóknarprestar, sum hava ábyrgdina av kirkjubókini, skulu búgva í prestagarði.

 

Orsøkin er, at kirkjubókin er ein almenn grundskráseting, sum skal varðveitast undir tryggum umstøðum. Allir prestagarðar hava tí serlig skáp, ið kunnu verja kirkjubøkurnar, um eldur skuldi komið í.

 

Harumframt hava kirkjubókaførandi prestar bústaðarskyldu, og henda skylda er ásett í lógini um embæti og størv í fólkakirkjuni.

 

Føroya Stiftsstjórn hevur ábyrgdina av prestagørðunum og setti sær longu í 2008 sum mál, at teir skuldu koma í góðan stand.

 

Sambært Fólkakirkjuni eru flestu prestagarðarnir nú dagførdir. Arbeitt hevur verið í eitt nú Vági, á Viðareiði, á Sandi, í Fuglafirði og í Tórshavn, og í løtuni verður nógv gjørt við prestagarðin á Tvøroyri.

 

Fólkakirkjan eigur í alt 20 prestagarðar. Í løtuni búgva prestafamiljur í 18 av teimum.

 

Kelda: Fólkakirkjan.