- Ísraelsku álopini á býin, Rafah, har suðuri í Gazageiranum, hava elvt til, at meira enn ein millión palestinar flýggja úr býnum.
Tað sigur ST-hjálparfelgsskapurin fyri palestinsk flóttafólk, UNRWA.
Í byrjanini av krígnum í Gazageiranum gjørdist Rafah skjól hjá umleið 1,1 millónum palestinum, sum flýddu undan ísraelskum álopum.
Í Gazageiranum búgva umleið 2,3 milliónir fólk.
- Ísraelsku hernaðaratsóknirnar á Rafah hava síðan byrjanina av mai sambært UNRWA elvt til hópflyting úr býnum.
Ísrael hevur heitt á palestinar í Rafah um at søkja sær skjól í sonevndum humaniterum økjum einar 20 kilometrar burturi.
- Men, heldur ikki her føla palestinar seg tryggar, sigur ST-hjálparfelagsskapurin.
Lagt verður aftrat, at ísraelski herurin fleiri ferðir hevur lopið á økir, har fólk áður hava verið biðin um at farið.
Fleiri túsund familjur, sum høvdu søkt sær skjól í Rafah, leita sær nú til útbumbaða býin, Khan Younis, sum liggur nakað norðari.
UNRWA roynir at hjálpa hesum fólkum, men tað er ógvuliga trupult, og viðurskiftini eru ræðulig, sigur ST-hjálparfelagsskapurin.
Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.
##med2##