Meira fólksligt

Tú mást halda teg til tað gerandisliga, heldur enn tað floykta í vallyftunum. Flokkurin er vorðin alt ov akademiskur í sínum boðskapi, segði Sjúrður Skaale á Flokstingi Tjóðveldisfloksins

FLOKSTING

Ein hin mest sjálvrannsakandi á Flokstingi Tjóðveldisfloksins var Sjúrður Skaale. Hann starvast til dagligt hjá Norðuratlantsbólkinum, umframt at hann hevur markerað seg millum annað við at stilla upp til fólkatingsval.
Hansara boðskapur til sínar partamenn og kvinnur var, at politikkurin var alt ov akademiskur, og tað var alt ov torskilt hjá fólki at seta seg inn í boðskapir sum eitt nú fólkarættarligt subjekt.
?Orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin fekk eina risa framgongd á løgtingsvalinum í 1998 var, at politikkurin hjá flokkinum fekk eitt innihald. Áðrenn var boðskapurin loysing og einki meira. Men við kenda sjónvarpsmanninum við trúvirði, fekk politikkurin eitt innihald, og tað snúði seg ikki longur bara um loysing ? men hvussu loysing varð skipað, sigur Sjúrður Skaale.
Og hetta sama innihald vantar nú, og er orsøkin til, at flokkurin ikki hevur merkt størri framgongd, heldur Sjúrður Skaale.
?Tjóðveldisflokkurin byggir serliga sítt valstríð á floykt hugsjónarlig og akademisk mál. Nógv tey flestu skilja als ikki hetta. Fólk hava áhuga fyri tí gerandisliga ? hvussu teirra lív ávirkast og kann gerast betri, sigur Sjúrður Skaale.

Klókur flokkur
Tað er kanska heldur ikki so undarligt, at Tjóðveldisflokkurin er so akademiskur í verumáta. Tí sambært Sjúrði Skaale eru tað eisini tey klókastu ? tey best lærdu og stinnastu lesararnir, ið velja Tjóðveldisflokkin.
?Ein vanligur veljari hjá Tjóðveldisflokkinum lesir nógv og fylgir væl við, men ein sambandsveljari lesur vanliga SMS blaðið, sigur Sjúrður Skaale.
Og tað er eisini her, at vit finna sjálva kjarnina í trupulleikanum. Boðskapurin hjá flokkinum fer yvir høvdið á fólki, sum kanska vanliga bara lesa SMS blaðið. Verandi veljarar eru tey hugsjónarligu akademisku fólkini, men skulu fleiri fáast, má boðskapurin gerast meira gerandisligur til øll. Tað sentrala skal vera tað einkulta menniskja, metir Sjúrður.
?Tað nyttar einki at tosa um fólkarættarligt subjekt ella at senda stevnuskráir til fólk, sum ikki tíma ella hava tí at lesa tað. Fólk hava áhuga fyri, hvussu teirra lív verður betri, og tey ynskja ikki nakra kollveltandi broyting, sigur Sjúrður Skaale.

Eingin skilur Listbeth
Av somu orsøk sum omanfyri halda nógv fólk seg aftur við at velja Tjóðveldisflokkin, heldur Sjúrður Skaale.
?Tjóðveldisflokkurin hevur staðið fyri teirri ótryggu loysnini - tann ókendi møguleikin, sigur Sjúrður Skaale.
Henda trygga loysnin hevur Lisbeh L. Petersen og Sambandsflokkurin staðið fyri, sambært Sjúrða Skaale. Hetta er orsøkin til, at Sambandsflokkurin fekk fótað sær so mikið væl við seinasta val.
?Eingin, sum fæst við samfelagsviðurskifti skilur heilt, hví føroya fólk góvu Lisbeth L. Petersen flestar atkvøður.
Svarið má vera, at hon stendur fyri tað verandi og tað trygga, sigur Sjúrður Skaale, sum sjálvur er stjórnmálafrøðingur.
Sum eina fyrimynd nevndi Sjúrður Skaale bretska Labour flokkin. Hann varð umskipaður við navninum New Labour, har flokkurin segði seg vilja gera eitt sáttmála við fólk um viðurskifti, sum vóru viðkomandi fyri tann einstaka.
Tað háfloykta hugsjónarliga varð lagt afturum, og boðskapurin gjørdist meira fólksligur. Og hesum tóku fólk undir við, og flokkurin hevur í dag stjórnarvaldið í Bretlandi.
?Vit skulu venda tingunum við. Tað eru vit, ið eru tað trygga verandi loysnin. Vit hava stýrt landinum við góðu úrsliti - og ikki andstøðan, segði Sjúrður Skaale á Flokstingi í Hósvík.