Meira hýsa enn toskur í Klaksvík

Av teimum 70 tonsunum av útróðrarfiski, sum seld vórðu á gólvinum á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík í gjár, vóru 40 tons av hýsu, 20 av toski og eini 7 tons av hvítingi


Fiskivinna

Fyrrapartin í vikuni var næstan bara útróðrarfiskur seldur um Fiskamarknaðin í Klaksvík.
  Mikudagin  vórðu umleið 70 tons seld á gólvinum, harav umleið ein triðingur kom frá bátum, sum rógva út av Hvannasundi. Størri parturin kemur tó frá bátum, sum rógva út av Klaksvík.
  Mikudagin seldi trolbáturin, Dúgvuberg, eisini veiðina á marknaðinum har norðuri.

Mest av hýsu

- Tað er eitt stórt tal av útróðrarbátum, sum royna við línu og selja fiskin á gólvinum her norðuri. Misjavnt er, hvussu fiskiskapurin er, men teir flestu bátarnir munnu liggja um góð 100 pund á línuna. Tað er hampiligur fiskiskapur hesa tíðina av árinum, siga tey í Klaksvík.
  Í vikuni hava bátarnir fingið nógv meira av hýsu enn av toski.
  Av teimum umleið 70 tonsunum, sum vórðu seld á gólvinum mikudagin,  vóru 40 tons av hýsu, 20 tons av toski og eini 7 tons av hvítingi.
  - Hýsan er góð, og eftir árstíðini er toskurin eisini hampiliga góður, siga tey.
  Í gjár var línuskipið, Pison, sum hevur roynt undir Føroyum og trolbátarnir, Fiskaklettur og Varðin, á uppboðssøluni í Klaksvík. Ætlandi verður lastin hjá línuskipinum, Kvik, sum hendan túrin hevur roynt undir Íslandi, seld á marknaðinum í dag.
  Hvussu nógv Pison, Fiskaklettur og Varðin høvdu, vistu tey ikki, tá ið vit frættu úr Klaksvík, men greitt er, at Kvik hevur góð 100.000 pund.

Upp og niður

Fiskaprísirnir eru misjavnir. Mánadagin vóru menn hampiliga væl nøgdir, men týsdagin fall prísurin aftur.
  Á Fiskamarknaðinum í Klaksvík halda tey, at prísirnir eru í lægra lagi, tá ið teir fella.
  - Men tað veldst sjálvsagt um eyguni, sum síggja. Teir, ið selja fiskin, halda ivaleyst, at prísirnir kundu verið betur, meðan keyparar halda, at fiskurin er nóg dýrur í mun til tað, sum fæst burtur úr honum, siga tey á Fiskamarknaðinum í Klaksvík.