Meira tónleikur, minni tíðindi


 

Útvarp

 

 

 

Útvarp Føroya hevur seinastu árini víðkað munandi um talið av sendum tímum. Í árbókini fyri Føroyar 2001 eru tøl frá 1993 til 1997. Hesi árini hevur útvarpið økt um talið av sendum tímum við 1455 tímum. Útvarpið hevði í 1993 4170 sendar tímar, meðan longu í 1997 var talið komið uppá 5625 tímar.

 

Á tølunum sæst, at sendingarnar, sum koma undir heitið "tónleikur og føroyskur dansur" eiga meginpartin av senditíðini hjá útvarpinum. Av teimum 5625 sendu tímunum í 1997 vóru 49,8% tónleikur og føroyskur dansur. Tað sigur so mikið sum tað, at Útvarp Føroya sendi 2801,25 tímar av tónleiki í 1997. Hetta gevur eitt miðaltal uppá umleið 7,7 tímar um dagin.

 

Hinvegin so eiga tíðindini ikki so stóran part av útvarpsins dagligdegi. Seinastu árini er hetta eisini minkað munandi. Í 1993 tóku tíðindi 19,5% av útvarpstíðini, meðan í 1997 er talið dottið niður á 14,1%. Tó so. Tilsamans sendi útvarpið 725 tímar av tíðndum, so heilt lítið er tað kortini ikki.

 

Talið á ítróttarfrásagnum er eisini vaksið síðani 1993. Ítróttarfrásagnirnar eru farnar 150% upp í senditíð. Í 1993 umfataðu ítróttarfrásagnirnar bert 1% av útvarpsins senditíð, men talið er nú komið uppá 2,5%.

 

Útvarp Føroya hevði eisini fleiri endursendingar á skránni í 1997. Tó skal tá havast í huga, at talið av sendum tímum er vaksið nógv síðani 1993, og tískil eru jú fleiri tímar at endursenda. Grundin til, at nýggjari tøl ikki eru við er, at tey eru ikki tøk enn, sambært árbókini.