Meiri enn helmingurin av landsstýrismonnunum koma ikki á ting

VELJARAKANNING: Sambært veljarakanningini er tað bert Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum kann kenna seg vísan í at verða valdur á ting á løgtingsvalinum 30. apríl. Jørgen Niclasen fær dyggasta smeitin, tí Fólkaflokkurin fær eitt sera ringt val í Vágunum

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fær ein dyggan framman á í nýggjastu veljarakanningini. Sambært henni kann hann gloyma alt um at verða afturvaldur á ting, og fyri fyrstu ferð síðani 1954 stendur Tjóðveldisflokkurin seg so mikið væl í Vágunum, at hann stendur til at fáa mannin, sum Sambandsflokkurin ikki fær so risa stóra framgongd, sum kanningin vísir.
Tjóðveldisflokkurin stendur til at fáa tríggjar valdømisvaldar tingmenn í Suðurstreymi. Tí kann við rímuligari vissu staðfestast, at Høgni Hoydal verður afturvaldur á ting.
Fólkaflokkurin missir annan av teimum báðum valdømisvaldu tingmonnunum, flokkurin hevur í Norðoya valdømi. Vit kunnu tó gita, at Anfinn Kallsberg dregur longra stráið, og at tað verður Jógvan við Keldu sum fellir. Í løtuni situr Rúna Sivertsen á tingi fyri Anfinn Kallsberg, løgmann. Hon skal ikki vænta sær tingsess.
Fólkaflokkurin stendur eisini til at missa annan av teimum báðum valdømisvaldu tingmonnunum hjá flokkinum í Suðurstreymi. Seinast var Óli Breckmann fyrstvaldur, men Bjarni Djurholm var dygst í hølunum á honum. Ivasamt er, hvør teirra verður valdur.
Tjóðveldisflokkurin fær ein valdømisvaldan í Norðoyggjum. Síðani 1984 hevur Heini O. Heinesen umboðað flokkin har, og hann hevur verið sera sterkur. Men Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri stillar eisini upp har, so spennandi verður í øllum førum at síggja, hvør teirr vinnur sessin. Seinast hevði Heini O. Heinesen 514 persónligar atkvøður, meðan Karsten Hansen hevði 146.
Sámal Petur í Grund hevur sambært kanningini ongan lívsins kjans at vinna sær tingsess. Um so verður, at flokkurin vinnur upp um sperrumarkið upp á 3,7%, so verður tað helst Eyðun Elttør, floksformaður, sum fær sessin, tí flokkurin er nógv sterkastur i Norðoyggjum, har hann fær 8,1%. Tó er at viðmerkja, at uppstillingin hjá Sjálvstýrisflokkinum í Suðurstreymoy ikki er liðug, og her kunnu verða fleiri atkvøður at heinta. Í Eysturoynni hjá Sámal Petur í Grund fær flokkurin bert 2,6%.
Óli Holm, landsstýrismaður Tjóðveldisfloksins,, stillar ikki upp.