Tað gerast alt fleiri føroyskar heimasíður, sum leggja seg eftir at dekka ávíst økið, og nú hevur føroyska fiskivinnan finið nýggja heimasíðu.
Tað er heimasíðan webfish.fo, sum ætlar sær at bera tíðindi úr føroysku fiskivinnuni og at vera bindilið millum føroyskar fiskimenn.
Webfish ætlar at fáa brúkararnar við í arbeiðnum á heimasíðuni. Møguleikin skal vera at lata fiskimonnum góð ráð og royndir. Eisini verður spurnarkassi, har fólk kunnu spyrja um eitthvørt innan fiskivinnu.
Webfish er í holt við at gera ein útvegarayvirlit fyri fiskivinnuna.