Beint nú vil fleirtalið á Føroya Løgtingi venda aftur til eina skipan við fleiri valdømum.
Hetta vísir spurnarkanning millum Løgtingslimirnar, sum Sosialurin hevur gjørt.
Kanningin vísir, at skuldi verið trýst á knøttirnar í tinginum, um eitt uppskot at skipa Føroyar aftur í fleiri valdømi, so høvdu 17 trýst á ja-knøttin, meðan 15 høvdu trýst á nei-knøttin. Seinasta tingfólkið vil ikki svara tílíkum ja ella nei spurningum, og tí ber ikki til at siga, hvat Kári á Rógvi heldur um valdømir.
Fyri og ímóti
Tá Sosialurin gjørdi kanningar vóru trý ymisk argumentir drigin fram, hví tað skal broytast aftur ella hví tað skal vera verandi. Tó segði onki tingfólk, at tað var fyri at sleppa á ting aftur sjálvt.
1. Hetta er tað mest idiotiska, eg nakrantíð havi tikið undir við. Ætlanin var at sleppa undan lokalpolitikki og hava landspolitikk, men tað hevur ongantíð verið so nógv lokalidiotisma, sum síðan vit broyttu skipanina. Og tí havi eg broytt støðu.
2. Skipanin er so mikið nýggj, og tí ber ógjørligt til at siga, um politiska støðan í dag, veruliga vísir, at skipanin hevur dumpað. Vit mugu síggja, hvat fer at hendi og geva skipanini tíð.
3. Tað er upplagt at hava Føroyar sum eitt valdømi. Tað tekur minni enn ein tíma at ferðast ímillum 85 prosent av landinum, og tí skal tað sjálvandi vera eitt valdømi.
Hetta vóru argumentini, sum ávís tingfólk komu við til sínar hugsanir um valdømir.
Streymoy vil eitt
Verður hugt at bústøðunum hjá ymisku tingfólkunum, so eru greiðir tendensir at síggja. Tingfólk á Streymoynni – og serliga í Tórshavn – vilja helst, at Føroyar eru eitt valdømi. Men eisini í Havn eru tingfólk, sum helst vilja, at farið verður aftur til eitt valdømi. Tað eru teir báðir Bjarni Djurholm og Óli Breckmann. Hóast teir báðir fyrr hava verið fyri at hava Føroyar sum eitt valdømi. Bjarni Djurholm legði uppskot fram um eitt valdømi longu í 90unum, meðan Óli Breckmann tók undir við at broyta skipanina í 2007.
Ein annar, sum hevur broytt hugsan – síðan tað var trýst á knøttarnar – er Heðin Zachariasen, sum býr í Norðstreymi, og nú heldur, at tað aftur skulu vera fleiri valdømi. Men hinir báðir, sum eru búsitandi í Norðstreymi vilja halda fast við eitt valdømi.
Hinumegin hava vit øll hini gomlu valdømini, har meirilutin av tingfólkunum, sum búgva har, allastaðni vilja hava fleiri valdømi, men í Eysturoy er meirilutin sera tepur.
Kvinnur vilja eitt
Hyggja vit at kynunum, so kunnu vit staðfesta, at kvinnurnar eru best nøgdar við eitt valdømi. Fýra av fimm kvinnum meta nevniliga, at haldast skal fast við eitt valdømi.
Hetta kundi verið greitt frá, við at sjey kvinnur vóru valdar á ting, tá val var í einum valdømi, meðan til valið í 2004 vórðu tríggjar kvinnur valdar inn á ting.
Í hesum sambandi, kann eisini nevnast, at allar kvinnurnar á tingi – tá atkvøtt var fyri at gera Føroyar til eitt valdømi – tóku undir við hesum.
Lítil meiriluti
Men staðfestingin um meirilutan má takast við einum fyrivarni, tí í løtuni situr Mikkjal Sørensen á tingi fyri Andreas Petersen fyri Javnaðarflokkin, og tá hendan vikan er av, kemur gøtumaðurin aftur á ting.
Sosialurin hevur spurt Andreas Petersen, hvat hann heldur, men hann sigur seg ikki vita, hvat hann hevði trýst á. Men hann var upprunaliga fyri at gera Føroyar til eitt valdømi, men skuldi hann havt skift hugsan, so er hann ikki tann einasti.
Kári á Rógvi má eisini nevnast, tí hóast hann ikki vil svara, so bendir á, at Sjálvstýrisflokkurin er samdur um at vilja hava eitt valdømi. Men hetta kann ikki sigast við vissu, tí Kári á Rógvi »boykottar ja ella nei spurningum«
Tó kann við vissu staðfestast at tað gongur skjótt hvønn vegin í politikki, tí hóast tingið við 19 atkvøðum fyri og 13 ímóti 25. oktobur í 2007 samtykti, at nú skuldi Føroyar vera eitt valdømi, So er veruleikin øðrvísi í dag, tí skuldi verið trýst á knøttarnar í dag, so sigur ein meiriluti av tinginum seg taka undir við at fara aftur til fleiri valdømir.