Meirilutin av føroyingum tekur undir við hernaðar- radara í Føroyum

– Men ein kanning vísir, at tað eru nógv, sum ivast

Ein meiriluti av føroyingum tekur undir við, at ein NATO-radari verður settur upp í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt. Tað er Heini í Skorini, sum stendur fyri kanningini og hon vísir, at tjóðin er eitt sindur spjadd í hesum spurningi. Úrslitið er nevniliga at 58 prosent av føroyingum halda, at føroyskir myndugleikar skulu játta umsóknini um at seta ein radara upp í Føroyum. Samstundis eru tað bara 20 prosent, sum siga nei, men tað eru eisini heili 22 prosent sum ikki hava gjørt sær nakra meting um málið.

 

Hinvegin eru tað 46 prosent av føroyingum, sum halda, at tað er Føroya Løgting, sum skal hava endaliga orði í hesum máli og 29 prosent halda, at tað skal vera fólkaatkvøða um málið.

 

Annars er ætlanin hjá landsstýrismanninum í uttanlandsmálum, at tað eru landsstýrið og uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum, sum skulu taka støðu til radaran, og at málið skal ikki leggjast fyri Løgtingið. Men tað eru tað bara 16 prosent av føroyingum, sum taka undir við tí leistinum.

 

Eitt annað úrslit av kanningini er, at 54 prosent av føroyingum eru meiri ella minni samdir í, at verður ein radari settur upp, eru tað føroyskir myndugleikar, sum skulu reka hann og ikki danskir myndugleikar.

 

Radarin fer at kosta einar 380 milliónir krónur og tað eru bara átta prosent av føroyingum, sum halda, at tað rokningina skulu vit sjálvi rinda og 77 prosent siga blankt nei.