Meirilutin fyri ES heldur sær

Flestu norðmenn tykjast nú hava tikið støðu til spurningin um norskan limaskap í Evropasamveldinum. 
Ein meiningakanning í gjár vísti, at 49,5 prosent av veljarunum taka undir við limaskapi, og hetta er á leið tað sama sum í undanfarnum kanningum. Kortini minkar munurin. Sambært kanningini eru 38,1 prosent ímóti limaskapi í ES, og tað er ein vøkstur upp á 1,7 prosentstig samanborið við seinastu kanning. 
Nýggja kanningin vísir, at flestu menn í Noregi vilja sleppa upp í ES, meðan kvinnurnar eru í tveimum líka stórum pørtum. Av monnunum siga 57 prosent ja og 34 prosent nei. Hjá kvinnunum er býtið 43 og 42 prosent. Samstundis vísir kanningin, at undirtøkan fyri ES-limaskapi er størst í Oslo og har á leið, men fólk á bygd yvirhøvur eru ímóti at fara upp í ES.