Meistaraheitið kann fara til Sørvágs

Um vikuskiftið kann SÍ gera sær sjálvum tann stóra beina, at vinna meistaraheitið. Kravið er tó at teir megna at knúgva Mjølnir, og tað verður ongin løtt uppgáva

Vinnur SÍ móti Mjølni um vikuskiftið, so eru teir greipuvinnarar, tí um miðjan februar vunnu teir eisini steypakappingina. Í finaluni møttu teir júst Mjølni, og tá var talan um klassamun. Um vikuskiftið verður tað sjálvandi ein heilt ørðvísi dystur, men man má tó siga, at bólturin liggur til SÍ, at sláa í gólvið.


Dystur er tó eisini á Kambsdali, har ÍF, ið enn kunnu vinna meistaraheitið, taka móti Fleyr. Møguleikin hjá ÍF, at vinna FM, er tó bert teoretiskur, tí fyri at hetta skal kunna lata seg gera, krevst, at Mjølnir bæði vinnur móti SÍ og tapur móti ÍF í seinasta dystinum í ár.

Skuldi tað ikki eydnast Mjølni at vinna í Sørvági, verður tað hinvegin SÍ ið vinnur FM.


So fyri at taka samanum, so sær tað út til at meistaraheitið liggur fyri hendrunum á SÍ, ið við sigri kunnu avgera alt sjálvir.


-niels