FÓTBÓLTUR
Tey fýra liðini, sum renna aftan á HB, eru í hesum døgum dystarskráin hjá oddaliðnum. Sunnudagin fall B68 í Gundadali, og nú er EB/Streymur tað næsta av hesum liðum, ið stendur fyri tørni. Síðani koma NSÍ og Víkingur í tveimum teimum næstu dystunum.
Spurningurin er bara, hvussu spennandi hesir dystir eru, tí HB er heili 10 stig framman fyri tað ovasta av teimum. Skal nakað teirra gera sær vónir um at fáa HB aftur, skal viðkomandi lið vinna alt, sum eftir er, umframt at HB síðstu átta dystirnar skal missa í øllum førum 14 stig. Og tað ljóðar meira sum hugsað støddfrøði enn veruleiki.
HB noyðist í kvøld at vera toppskjútta sín fyriuttan, tí sunnudagin fekk Andrew av Fløtum tvey gul kort, og heldur ikki er Vagnur Mohr Mortensen ordiliga klárur enn. Heldur ikki spælir Jógvan Rói Davidsen, sum í Klaksvík var so óheppin at bróta fótin, tá gaggan brádliga knekkaði. Hinvegin er Rasmus Nolsøe heima hesa vikuna, so hann verður við.
Hjá EB/Streymi er støðan ikki mætari, tí bæði Pauli G. Hansen og Gudmundur Nielsen eru skaddir, umframt at Alex José dos Santos framvegis hevur karantenu fyri útvísingina í Fuglafirði fyri tveimum vikum síðani. Á málmansplássinum eru kortini fleiri møguleikar, enn tað hava verið leingi, tí René Tórgarð er nú klárur aftur, og hann spældi við sunnudagin.