Tað var árið, har felagið fann aftur sítt snið, og har ein samansjóðaður hópur av lokalarum spælarum lyfti Tvøroyri upp á føroyska fótbóltstindin.
Hálvthundrað ár seinni møttust teir aftur – í TB‑húsinum, har so nógv minnir, røddir og søgur hava sett sín dám, skrivar TB á sínum vanga á facebook.
TB Tvøroyri – Meistarar í 1976: Eitt søguligt ár í føroyskum fótbólti
1976 var árið, har TB aftur setti seg á føroyska fótbóltstindin. Eftir eina fjórðingsøld uttan meistaraheiti: eitt ungt og ágrýtið lið, ein felagsskapur, sum brann, og eitt bygdasamfelag, sum livdi og andaði fótbólt. Hetta var árið, har TB vann sítt fjórða meistaraheiti og skrivaði seg inn í søguna við einum spæli, sum enn í dag verður tosað um, skrivar TB.
##med2##











