Meistarar úr Kollafirði

Dreingir 16 ár hjá KÍF gjørdust fríggjakvøldið føroyameistarar í hondbólti. Seinasti dysturin skuldi spælast móti Kyndli, men tá mótstøðuliðið ikki møtti til dystin, kundi umboð fyri HSF handað kollfirðingunum heiðursmerkini. Kyndil møtti ikki upp til dystin.
Spælararnir, sum mannaðu liðið, eru standandi Kári Kristiansen, Hallur Slættanes, David Bolstad, Jákup Trygvason, Ási Dam, Niklas Reginsson, Tony Weyhe og Kári Durhuus(venjari). Sitandi síggjast Arnar Dam, Bartal Hansen, Rúni Joensen, Emil Dam og Suni Johannesen.