Stutt undan steðginum bendir nógv á, at meistararnir í NSÍ skulu vinna trý stig á heimavølli ímóti ÍF.
Fimm minuttir undan hvíldini hevur Øssur Dalbúð skorað og harvið tvífaldað um leiðsluna, sum nú er 2-0. Aftur hesa ferð vóru Bogi Løkin og Hjalgrím Elttør meistarar fyri uppspælinum, áðrenn Øssur Dalbúð úr spískum sendi bóltin framvið Andras Gango í ÍF málinum.