Meistararnir halda fram har teir sleptu

Trupulleikararnir hjá okkum eru av luksus slagnum, heldur Heðin Askham, venjari hjá HB, sum í finaluni vann ímóti NSÍ eftir brotssparkskapping

Um fyrsta vikuskiftið í kapp­ingarfótbólti í 2014 skal nýtast sum barometur, so er tað ikki so nógv nýtt undir sólini. Í fjør vann HB kappingina, tá ið fótbóltsvenjararnir fyri fyrstu ferð skipaðu fyri kapp­ing millum feløgini í bestu deildini.
Leygardagin var ársins kapping, skipað fyri av venjar­unum, og aftur hesa ferð var tað HB, sum stóð við steyp­inum í góðveðrinum leygar­kvøldið.
Spurningurin er so, um tað eisini verður HB, sum fer at standa við FM steyp­inum, tá ið 27. og síðsta um­farið í landskappingini verð­ur av seint seinnapartin leygar­dagin 25. oktober. Um tað verður soleiðis, so verð­ur steypið handað eftir granna­upp­gerð ímóti B36. Sambært kappingarskránni skulu B36 og HB spæla ímóti hvørjum øðrum í síðsta umfari.

Luksus trupulleikar
Nýggi HB venjarin, Heðin Askham, fegnaðist um, at tað eydnaðist hansara monnum at vinna kappingina. Hann iðr­aði seg um, at felagið, sum hann í fjør var venjari hjá, NSÍ, í finaluni javnaði, tá ið miðverjin Jens Joensen stutt undan dystarenda eftir horna fekk bóltin inn um strikuna. HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevði tíðl­iga í hálva tíma longu final­uni lagt HB á odda.
Í brotssparkskappingini var HB best, og so endaði steypið aftur í HB hús-
inum:
– Hetta var ein langur dagur, men spælararnir vóru óførir. Teir arbeiddu nógv, og í løtum var spælið gott, tá ið havt verður í huga, at hetta er so tíðliga á árinum, helt Heðin Askham, sum ikki segði seg kenna til aðrar trupul­leikar enn luksus trupul­leikar:
– Vit høvdu átjan spælarar við í dag, og vit lótu teir allar sleppa at royna seg. Hesir dystirnir verða nýttir at fáa svar upp á ivamál og spurn­ingar, og eg kann ikki siga annað, enn at teir allir stóðu seg væl, og at tað har­við er stór og tøtt kapping um plássini. Eisini ungu menninir vístu, at vit skulu rokna við teimum, staðfesti HB venjarin Heðin Askham, sum heldur, at hans­ara spælarar eru har, sum tað kann roknast við, at teir eru, nú tað eru seks vikur, inntil fyrsta umfar í lands­kapp­ing­ini verður á skránni.
Í fyrsta umfari, 15. mars, skal HB spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.
At tey í HB hava alla orsøk til at fegnast um, at Fróði Benjaminsen fram­vegis er í felagnum, og at tað ikki bleiv soleiðis, sum for­mað­urin ann­ars boðaði frá á árs­veitsl­uni í heyst, var av­rikið hjá veteran­inum undir­strik­ing av. Máltevinum bilar held­ur einki, tí Fróði skoraði tvey mál, umframt at hann var tryggur í brotssparks­kapp­ingini, sum avgjørdi final­una.
Trygvi og NSÍ
Á beinkinum hjá NSÍ sat ein gamal kenningur. Tað er Trygvi Mortensen, sum aftrat sær hevur ein annan gamlan kenning í felagnum. Helgi L. Petersen er hjálparvenjari.
NSÍ er barndómsfelag hjá teimum báðum, og Trygvi hevur fleiri ferðir áður verið venj­ari í NSÍ. Síðst, hann sat á venjarabeinkinum hjá besta liðnum, var í 2006:
– Vit eru væl nøgdir við henda dagin. Í fyrsta dyst­inum ímóti Víkingi taptu vit 1-0, men síðani fingu vit gott tak á tí. Vit høvdu 22 spæl­arar við okkum suður, og teir fingu allir høvi at royna seg. Millum teirra vóru fleiri ungir spælarar – tann yngsti var 15 ár – og tað sást, at vit longu í ár kunnu rokna við, at fleiri teirra fara at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum. Eitt nú skoraði Meinhard Olsen fleiri mál. Hann var eitt sindur við í fjør, og í ár er hann væl fyri og verður ivaleyst meiri at síggja á besta liðnum.
Toppskjútti í føroyskum fótbólti í 2013 var NSÍ lið­for­maðurin Klæmint A. Olsen. Hann var við í fyrstu dystunum, men hann var ikki við í sjálvari finaluni.
– Klæmint hevur lítlan skaða í beininum at dragast við. Hann fekk ein stoyt aftrat leygardagin, og so valdu vit at halda honum uttan­fyri, men talan er ikki um nakað, sum fer at halda hon­um uttanfyri í fleiri vikur, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.

Tað stóð um húsbrot og endaði stilt og milt
Leygarmorgunin var tað um reppið, at væl eydnaða fót­bóltskappingin varð av­lýst.
Tað sá einki út, tá ið fyri­reikararnir av fótbólts­kapp­ing­ini í Gundadali leygar­dagin hittust. Upprunaliga ætlanin segði, at fyrstu dystir­nir skuldu vera á mid­degi, men tá var ikki hugsningur um at spæla. Ódnar­veðrið fyrrapartin bar við sær, at tað ikki bar til at sleppa úr Klaksvík og um Leirvík og suður, og í Gunda­dali var nógvur vind­ur og áarføri.
Fyri dómarafelagið vóru tað Frankie Jensen og Áki Johansen, sum stóðu fyri:
– Tá ið vit møttu klokkan 9.30 vóru líkindini so vána­lig, at tað bar als ikki til at spæla. Vit tosaðu um at út­seta til sunnudagin, men tað hevði ivaleyst havt aðr­ar trupulleikar við sær. Veður­vánirnar søgdu, at veðrið fór at verða betri út á dagin, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera. Nú tá ið kapp­ingin er av, er veðrið av tí fagrasta, og soleiðis hev­ur tað verið, meðan sein­astu umførini hava verið spæld, staðfestu teir báðir eftir kappingarlok.
Fyrireikararnir hildu, at kappingin hevði týdning á so ymiskan hátt:
– Feløgini kappast, men tað er týðuligt, at tað eisini er talan um vinalag millum spælarar og venjarar, og at hetta er gott høvi til sam­veru. Vit sóu lutfalsliga gott fót­bóltsspæl. Venjararnir nýta høvið at royna ymisk­ar uppstillingar og spæli­hættir, og tað var eisini huga­ligt, at tað ikki var neyð­ugt at geva nakað reytt kort.
Er hetta tiltakið komið fyri at vera?
Í fjør var fyrsta árið, og nú kappingin í ár er liðug, rokna vit heilt víst við, at kapp­ingin eisini verður næsta ár. Um hon verður júst hetta vikuskiftið, ella um hon verður eitt sindur seinni, vita vit ikki enn. Tað vald­ast um, hvussu veðrið háttar sær, søgdu fyri­reik­ararnir.

- - -

Úrslit og málskjúttar:
í Gundadali 1. februar 2014
– í kapping sum venjarafelagið skipaði fyri

Ovari vøllur:
Kl. 13.00 KÍ - HB 0-1: Poul Ingason
Kl. 13.40 EB/Streymur - Víkingur 0-0
Kl. 14.20 HB - ÍF 2-0: Pál Mohr Joensen og Tróndur Jensen
Kl. 15.00 NSÍ - Víkingur 0-1: Gunnar Vatnhamar
Kl. 15.40 AB - ÍF 1-0: ?
Kl. 16.20 Víkingur - B36 2-2: Heðin Hansen, Magnus Gregersen – Lukasz Cieslewicz (2)
Kl. 17.00 ÍF - KÍ 0-1: Jonas Flindt Rasmussen
Niðari vøllur:
Kl. 13.00 B68 - B36 0-3: Lukasz Cieslewicz (2) og A. Lawal
Kl. 13.40 Skála - KÍ 1-1: Henrik á Fríðriksmørk
– Sørmundur Kalsø
Kl. 14.20 B36 - NSÍ 0-2: Per Langgaard og Árni Frederiksberg
Kl. 15.00 KÍ - AB 0-0
Kl. 15.40 EB/Streymur - NSÍ 0-2: Meinhard Olsen (2)
Kl. 16.20 HB - AB 0-0
Kl. 17.00 NSÍ - B68: NSÍ uttan dyst

Tórsvøllur:
Kl. 13.00 AB - Skála 0-2: Brian Jacobsen og Jákup Johansen
Kl. 13.40 Víkingur - B68 1-0: Finnur Justinussen
Kl. 14.20 ÍF -Skála 0-2: Brian Jacobsen og Holgar Durhuus
Kl. 15.00 B68 - EB/Streymur 0-1: Jónas Tór Næs
Kl. 15.40 Skála - HB 0-1: Fróði Benjaminsen
Kl. 16.20 B36 - EB/Streymur 4-0: Róaldur Jacobsen,
Alex Mellemgaard, Karl Martin Danielsen og Hanus Thorleifsson

Finala:
HB - NSÍ 1-1 (5-3 eftir brotsspark)
Fróði Benjaminsen – Jens Joensen

Brotssparkskapping
1-0: Fróði Benjaminsen
1-1: Magnus Olsen
2-1: Tróndur Jensen
2-2: Albert Róin Johannesen
3-2: Kristin R. Mouritsen
3-3: Sjúrður Jacobsen
4-3: Andrew av Fløtum
Andy Olsen misnýtti, bólturin brast i stólpan
5-3: Teitur M. Gestsson