Fótbóltur
NSÍ verður ikki meistari. Støðutalvan hevur leingi boðað frá hesum veruleikanum, og í gjár varð staðfest í kommunuuppgerðini á Skála, at heimaliðið, sum framvegis er á aftasta plássi, er eins væl og kanska betri fyri, enn NSÍ er tað. Hesum var tað sjón fyri søgn fyri í grannauppgerð, har spælið ikki var serliga væl skipað, og har tað – eisini orsaka av fríska lotinum – vóru nógvar sendingar, sum ikki vignaðust, sum tað var ætlað.
Úrslitið var 1-1. Tað iðra teir á Skála seg mest yvir, hóast teirra avrik heldur ikki var so ógvuliga sannførandi. Fyritreytirnar hjá skálamonnum gjørdust einki serligar. Tveir av stuðulsspælarunum noyddust longu í 1. hálvleiki at taka seg av vøllinum, tí teir vóru skaðadarvaðir.
Ikki meiri enn stórur hálvur tími var farin, tá ið fyrst ágrýtni álopsspælarin Bogi Gregersen, sum varð skaðaplágaður beinanvegin, og síðani miðvallar stýrimaðurin Pauli G. Hansen noyddust av vøllinum. Serliga meint var tað, at Pauli noyddist av vøllinum. Tá varð Pætur Dam Jacobsen fluttur á sentralt miðvallarpláss, meðan Bárður Joensen varð settur inn á vongverjan í høgru.
NSÍ hevði fitta lotið undan í 1. hálvleiki, men tað var heimaliðið, sum legði seg á odda, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. Jónhard Frederiksberg, sum hevur bæði longri tjóður og størri sjálvsálit, nú hann er aftur í barndómsfelagnum, enn hann hevði í NSÍ, sneiddi seg eftir innkast í vinstru til baklinjuna og legði út frá. Alexandur Johansen royndi ímóti málinum, og eftir kontra var tað nýggi miðvallarin Sjúrður Djurhuus, sum sendi bóltin í málið aftanfyri Tórð Thomsen.
Burtursæð frá løtuni, eftir at Skála hevði lagt seg á odda, var Skála væl grammari í 1. hálvleiki, og heimamenninir vunnu nærdystirnar og vóru fyrri á næstu bóltunum. Men tað eydnaðist teimum ikki at økja um leiðsluna og harvið at leggja seg á tryggari sigurskós.
Arnhold Berg var sannur brandur í miðverjuni, og Erland B. Danielsen og Sjúrður Djurhuus stóðu seg væl á miðvøllinum.
Eftir steðgin royndi Skála við langskotum undan vindinum, men tað eydnaðist ikki at skjóta fleiri mál. Næst við var miðverjin, Poul N. Poulsen, tá ið 2. hálvleikur var um at vera hálvrunnin, men bólturin brast í tvørtræið aftanfyri NSÍ málverjan.
Glansurin er burtur
Fyri einum ári síðani gekk tað sum eftir ánni hjá NSÍ. Á veg móti meistaraliðnum koppaðu tøttu og intensu uppgerðirnar teimum gulu til fyrimunar, og tað var rárasta hending, at liðið ikki hevði somu manning.
Nú er tað ikki soleiðis. At Óli Hansen aftur var leikbannaður bar við sær, at Aco Pandurovic var í miðverjuni saman við Jóhan Troest Davidsen. Jónas Þór Næs, sum var vongverji í høgru, tóktist skaðadarvaður, og í hinum borðinum gjørdist tað ofta vandamikið, tá ið teir mistu í uppspælinum.
Nýggi landsliðsspælarin, Bogi Løkin, sum man vera ein tann støðugasti á meistaraliðnum í ár, skoraði útjavnandi málið, tá ið 2. hálvleikur bara var eina løtu gamal. Eftir hornasparksinnlegg úr høgru frá Sjúrði Jacobsen stýrdi hann stutt úr málinum bóltin inn um Predrag Markovic, sum hevði onkrar góðar bjargingar í Skála málinum. Eitt nú tá ið hann seint í 1. hálvleiki vardi fyri, eftir at Hjalgrím Elttør hevði lagt frísparksinnlegg í brotsteigin og Aco Pandurovic hevði stýrt bóltin ímóti málinum.
Men ov ofta var tað ikki nóg polerað og við tí tyngd, broddi og styrki, sum í fjør bar við sær, at NSÍ ofta avgjørdi fram ímóti dystarenda. Nógv av álopsspælinum er lagt til rættist fyri at Karoly Potemkin, sum var einsamallur á toppinum, meðan Hjalgrím Elttør var eitt sindur aftari, skal avgera. Teir báðir fremstu hava sæð betri dagar, enn tað teir vístu á Skála, og tá ið sentrali miðvøllurin heldur ikki var so væl fyri, sum hann áður hevur verið, so var tað ikki óvæntað, at tað ikki eydnaðist at fáa fulla úrtøku og harvið at halda tørn um silvurplássið, sum hesa ferð varð útskift við fimta plássið.
Glottin hjá NSÍ kundi vera, at tað í triðju royndini eftir summarsteðgin endiliga eydnaðist at fáa stig burturúr. Men úrtøkan var ikki tann,sum NSÍ hevði vónað at vunnið ímóti botnliðnum, ið kortini ikki spælir sum upplagdur niðurflytari.