Í kvøld var tjúgunda umfar í Effo-deildini. Líkindini vóru av teimum fagrastu, og úrslitið í Fuglafirði og úrslitið í Sørvági vístu, at tað framvegis er soleiðis, at tey, ið eru á kós ímóti niðurflyting, hava møguleika ímóti teimum, sum kappast fyri at vinna FM og europeiska luttøku næsta summar.
Í kvøld vann Víkingur 2-1 á Skála. Heimaliðið minkaði um munin, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin. Víkingur megnaði at halda tørn, og harvið eru gøtumenn og leirvíkingar í góðveðrinum á veg um Gøtueið við fullari úrtøku og fimm stiga leiðslu.
Víkingur vann FM í fjør,og Víkingur er nú fimm stig frammanfyri KÍ og tískil stórfavorittur at endurvinna FM, nú tað resta sjey umfør.
Tað endaði 1-1 í Sørvági. Tað fegnast heimafólkið um, meðan klaksvíkingar eru sera vónbrotnir. Teir vóru leingi á sigurskós, og harvið tóktist føðingardagsgávan at vera trý stig - KÍ hevur 113 ára føðingardag í dag 24. august. Men soleiðis endaði tað ikki.
KÍ legði seg framum beinanvegin eftir steðgin, og tað sá út til at KÍ leingi hevði tamarhald á støðuni. Fram ímóti dystarenda slepti 07 Vestur í verjupartinum. KÍ legði meiri dent á verjupartin og dúvaði upp á skjót mótálop. Tað eydnaðist ikki KÍ at økja um leiðsluna, og tað vísti seg at vera sera kostnaðarmikið.
Í evstu løtu sendi Søren B. Nielsen við framúr frísparki bóltin í KÍ málið, og harvið var tað javnt. Útjavnandi málið ber við sær, at fjarstøðan frá 07 Vestur og fram til Skála minkaði til fýra stig.
Tað eru 21 stig eftir at spæla um. Víkingur er fimm stig og væl betri málmun undan KÍ og fleiri stig enn so undan NSÍ og B36. Tað vil siga, at um FM heitið skal gleppa Víkingi av hondum, so skulu avbjóðararnir í sjey dystum vinna í minsta lagi seks stig fleiri enn Víkingur burturúr hesum sjey umførunum.
Í Streymnesi endaði tað 2-2. Suðringar vóru frammanfyri 2-0, áðrenn heimaliðið fekk tak á og bæði minkaði um munin og javnaði. Úrslitið ber við sær, at Suðringar og EB/Streymur halda tørn um fjarstsøðuna til niðurflytingarplássini.
Í Fugalfirði steðgaði sigursrøðin hjá HB, sum hevur verið í fýra dystir á rað. ÍF vann 2-1, og harvið vaks ÍF úrtøkan við trimum stigum og 50 prosentum. HB legði seg framum, og alt tóktist at vera, sum tað plagar hjá ÍF. Men fuglfirðingar reistust, javnaðu og skoraðu fram ímóti dystarenda sigursmálið.
Leygarkvøldið verður steypafinalan millum B36 og NSÍ. Annað vikuskifti verður ikki spælt í landskappingini, tí tá verður landsdystur á heimavølli ímóti Andorra.
Í kvøld
ÍF-HB 2-1 (0-0)
0-1: Sebastian Pingel
1-1: Dánjal á Lakjuni
2-1: Ndende Adama Guéye
Skála-Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Gert Hansen
0-2: Philip Djordjevic
1-2: Djóni Petersen
EB/Streymur-Suðringar 2-2 (0-1)
0-1: Búi Egilsson
0-2: Jón Krosslá Poulsen
1-2: Dan í Soylu
2-2: Pætur J. Petersen
07 Vestur-KÍ 1-1 (0-0)
0-1: Ahmed Mujdragic
1-1: Søren B. Nielsen
Mikudagin 17. august
B36-NSÍ 2-0 (0-0)
1-0: sjálvmál 40.
2-0: Patrik Johannesen 80.
Víkingur 42
KÍ 37
NSÍ 36
B36 35
HB 30
Suðringar 24
EB/Streymur 23
Skála 20
07 Vestur 16
ÍF 9
21. umfar
Sunnudagin 10. september
KÍ-ÍF
Víkingur-07 Vestur
NSÍ-Skála
HB-Suðringar
B36-EB/Streymur