Við einum 3-1 sigri á Porto syrgdi Inter fyri, at verjandi meistararnir ikki longur eru partur av Champions League
Eftir 1-1 í fyrra dystinum, stóð greitt, at tað var Inter, sum hevði betru kortini á hondini undan dystinum á San Siro í kvøld.
Stóra hetjan í dystinum í týskvøldið var brasilianski Adriano. Hann skeyt øll trý málini hjá Inter. Jorge Costa minkaði annars til 2-1 í seinna hálvleiki, men eftir triðja málið frá Adriano - tríggjar minuttir fyri leiklok - var eingin ivi um endaliga vinnaran.