Hondbóltur
Í mangar mátar mundi tað tykjast sum ein ótakksom uppgáva, sum Claus Rasmussen fekk, tá hann varð settur at taka sær av mansliðnum hjá Neistanum undan hesum kappingarárinum. Liðið var í endaspælinum í fjør klárt veikasta liðið í deildlini, og hóast hetta kappingarárið byrjaði væl við sigri á StÍF, so hevur verið púrasta svart síðani.
Við góðum treysti hevur Claus tó arbeitt við liðnum, og onkra tíð hava hampuliga stórir glottar verið at hóma í spælinum.
Bitu frá sær
Og heimaáskoðararnir sunnudagin høvdu eisini nakað at fegnast um fyrstu longu løtuna, tá Neistin sunnudagin tók ímóti VÍF.
Hóast dómaraseðilin hjá VÍF borgaði fyri veruligum klassamuni á liðunum, so var hesin munurin ikki serliga sjónligur fyrstu løtuna. Neistin fylgdi væl við. Teir tordu at fara út at tackla skotsterku bakketuna hjá gestunum, og teir høvdu bæði hug og dirvi at pressa upp, tá teir vóru í álopi. Ikki minst var tað ein fragd at síggja Trónd Kragesteen, tá hesin ferð eftir ferð herjaði á gardarahøgu mótstøðuverjuna. Og í Magnus Matras hevði Neistin eisini ein málverja, sum fleiri ferðir kundi seta kvik mótálop ígongd. Mótálop, sum tó ikki vórðu nóg væl gagnnýtt móti einum væl spælandi Zeljko Jotic í VÍF-málinum.
VÍF hevði friðin
VÍF hevði soleiðis sínar trupulleikar, og í seinna hálvleiki tóktust hesir heldur ikki at hvørva. Fyrstu løtuna dróg Neistin soleiðis leiðsluna hjá gestunum aftur, og veruligt lív kom í bláu hallarhálvuna, tá Neistin skeyt seg upp á 17-16.
Onkur kundi kanska rokna við, at frustratiónir nú fóru at geras seg galdandi hjá gestunum, men tað hendi tó ikki. Drúgvu royndirnar á liðnum komu til sjóndar, tá menn nú slerdu kalt vatn í blóði. Funnu aftur á slóðina við at fáa grundelementini í spælinum at koyra, og so fekk Neistin ikki vart seg.
Serstakliga tók Áki G. Olsen nógv á seg, tá Neista-verjan tóktist leggja doyðin á at ansa eftir skotstyrkini hjá Sámali Joensen. Júst hetta er kanska eisini ein av størstu styrkunum hjá VÍF. Tí hóast fáur ivast í skotstyrkini hjá Sámali, so megna mest sum allir av hinum spælarunum eisini at gera um seg, og tí er trupult at fáa eina veruliga verju mótvegis samlaðu breiddini í álopinum. ein breidd, sum ikki er minni, nú Ingi Olsen aftur er partur av liðnum. Hann fær kanska ikki skotið tað stóra longur. Men hann dugir framvegis at fáa spælið at ganga, og tær ferðirnar, hann slapp inn um verjuna, legði hann róliga bóltin fram við málverjanum, sum hvørja ferð varð púrasta seldur.
Halda finalusessinum
Soleiðis fekk VÍF at enda koyrt ein hampuliga tryggan sigur til høldar, og sum so munnu bæði spælarar og viðhaldsfólk eisini vera nøgd um hetta. Enn hongur liðið fast í finalusessunum, og fram til endan av endaspælinum er tað fyrst og fremst hetta, sum er málið.
Hjá Neistanum eydnaðist tað so heldur ikki hesa ferð at fáa stig til høldar. Men í mun til fleiri av undanfarnu dystunum, so sýndi liðið hesaferð, at menningin í spælinum hevur verið heilt ítøkilig. So er spurningurin, hvørt spælarar og venjari fáa frið og umstøður at halda fram í hesi menning, ella um talan aftur um eitt ella tvey ár verður um fráfall av spælarum, ella kanska ov nógvum styrki uttanífrá, soleiðis at egnu spælararnir detta burturímillum. Eitt fyribrigdi, sum oftani áður hevur verið at sæð hjá teimum bláu.
Fakta um dystin
Neistin-VÍF 26-33 (13-16)
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 9(3), Blagoje Buha 5(2), Kári Horn 5, Birgir Poulsen 3, Jens Mohr 1, Carl Herup Olsen 1, Karl Oddmar Rasmussen 1, Jóan P. Horn 1
VÍF: Áki G. Olsen 14(2), Sámal Joensen 4, Ingi Olsen 4, John Zachariassen 3, Daniel Rápa 3, Harald Bjørgvin 1, Agnar Joensen 1, Rói Lamhauge 1, Regin Joensen 1, Sjúrður Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 6, VÍF 2
Útvísingar: Neistin 5, VÍF 8
Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen. Tóktust ikki nóg sannførandi.