Dreymurin hjá B36 undan kappingarbyrjan var at vinna greipuna fyri fyrstu ferð. Soleiðis verður tað ikki. Í dag sendi KÍ B36 úr kappingini. Úrslitið í Klaksvík var 2-1, eftir at KÍ í fyrra hálvleiki og fram ímóti dystarenda var frammanfyri 2-0.
Úrslitið var merkisvert, tí tá ið støðan var 1-0, varð annar av miðverjunum, Ahmed Mujdragic, vístur av vøllinum. Annar av linjudómarunum gjørdi dómaran varðugan við, at KÍ miðverjin hevði spýtt eftir B36 álopsspælaranum Jógvan Skeel Nolsøe.
Jóannes Bjartalíð var framúr hjá KÍ. Hann átti næstsíðta fótin á, tá ið Súni Olsen setti hol á, og so økti Jóannes Bjartalíð eftir framúr einmansavrik, tá ið hann í høgru og í røttum Maradona stíli sneiddi framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann setti bóltin framvið Trygva Askham í B36 málinum. Hetta var átta minuttir eftir útvísingina.
Stutt undan leikloki stútaði innskifti Alex Mellemgaard til 2-1, eftir at Róaldur Jakobsen hevði lagt horna innfyri.
Í Runavík skoraði NSÍ eitt mál í hvørjum hálvleikinum ímóti EB/Streymi. Dygst undan steðginum var tað Árni Frederiksberg, og lítla løtu undan leikloki var tað Petur Knudsen.
Millum Víking og HB endaði tað 3-3, og tí var neyðugt við longdari leiktíð í Sarpugerði, har teir framvegis spæla.