Eyðun Klakstein heldur fram sum høvuðsvenjari hjá B36 í komandi kappingarárið. Hetta boðar heimasíðan hjá B36 frá í kvøld.
Samstundis boðar heimasíðan eisini frá, at Jákup á Borg heldur fram sum hjálparvenjari í felagnum komandi kappingarár. Tað er tó ikki greitt enn, um Jákup á Borg spælir aftur komandi ár. Jákup á Borg segði í gjár í samrøðu við 3-2, at hann neyvan kemur at spæla við somu ferð komandi ár.
B36 heimasíðan skrivar:
B36 kann í kvøld boða frá at Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari hjá okkum komandi ár.
Vit kunnu eisini avdúka, at Jákup á Borg verður hjálparvenjari hjá okkum.
Eyðun hevur júst havt sítt fyrsta kappingarár uttanfyri bøgarðarnar í Klaksvík, og ikki kunnu vit siga annað enn, at tað hevur eydnast serstakliga væl. Gullið er longu komið í hús, sjálvt um tað mangla 3 dystir av kappingini.
Komandi dystur hjá okkum er í Klaksvík, har barndómsfelagið hjá Eyðun, sum tað fyrsta, kann heiðra honum og okkara spælarum.
Dygdirnar hjá Jákup, sum spælari, hava vit havt gleðina av í mong ár. Tað at hann í fjør og í ár hevur verið hjálparvenjari hjá okkum eru vit sera fegin um.
Vit í felagnum gleðast almikið um, at gullgreipan heldur á fram komandi ár.