Aftur í ár vóru karmarnir rundan um FM-finalurnar í flogbólti hjá teimum yngru av teimum allarbestu í Trongisvági. Teraflex-gólvið, ið verður brúkt til steypafinalur og FM-finalur hjá teimum vaksnu, var lagt á í høllini, og royndir dómarar úr dómarabólkinum vóru settir at døma dystirnar, umframt at bestu spælarar blivu kosnir á báðum liðum í hvørjari finalu.
Eisini rundan um sjálva kappingina var alt í lagi. Kantinan hevði kalt borð, og ígjøgnum allan dagin vóru nógv fólk og hugdu at dystunum. Tíðarætlanin helt rættiliga væl, og eisini í ár høvdu tey fingið politikarar og sponsorar at handa steyp og heiðursmerki.
At tað er TB, ið skipar fyri stóra FM-finaludegnum, kemur ikki av ongum, tí hesa avgerð tók Flogbóltssambandið fyri nøkrum árum síðani, fyri at geva TB eitt herðaklapp fyri stóra barna- og ungdómsarbeiðið í felagnum. At byrja við vóru nakrar finalur har suðuri, men nú verða tær allar spældar har, tí tiltakið hvørja ferð er so væl fyriskipað.
– Tey í TB-flogbólti duga so væl at fyriskipa, at vit í Flogbóltssambandinum nú fyri tað mesta bert standa á síðulinjuni og hyggja, sigur Magnus Tausen við Suðuroyarportalin, har hann eisini vísir á, at finaludagurin er nakað, øll síggja fram til, heldur enn at gremja seg um nógva ferðing.
– Eitt stórt og gott skip, fantastiskar umstøður í ítróttarhøllini at taka ímóti spælarum og áskoðarum, góður matur og ein framúr vælskipað kapping er nakað av tí, sum ger tiltakið til nakað serligt.
TB hevði bæði so og so ein góðan dag í Trongisvági leygardagin, tí tað eydnaðist at vinna føroyameistaraheiti hjá dreingjum og gentum 16 ár, umframt hjá mansunglingum, har TB hevur lið saman við Fleyr. Kappingina hjá kvinnuunglingum vann Fleyr, meðan SÍ vann hjá dreingjum 14 ár og Ternan hjá gentum 14 ár.