Talið á deyðum eftir tær ógvusligu meldurhvirlurnar har suðuri í USA veksur støðugt. Tey seinastu tíðindini siga, at í minsta lagi 337 fólk hava latið lív, og so nógv mannalív hava meldurhvirlur ikki kravt í USA síðani 1932. Samstundis siga veðurmenninir, at tað hava verið meiri enn 200 meldurhvirlur.
Meldurhvirlurnar hava verið serliga ringar í statinum Alabama. Har hava myndugleikarnir skrásett 218 deyð. Bara í býnum Tuscaloosa eru 30 deyð.
Barack Obama, forseti, var í Tuscaloosa í gjár. Hann segði við tíðindafólk, at hann hevði ongantíð sæð slíkar oyðileggingar fyrr, og hann lovaði, at stjórnin fer at hjálpa við at endurbyggja tað, sum er farið.