Fólkaflokkurin setti seg uttan fyri alla politiska ávirkan. Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava upp á skift ikki torað at stýrt uttan Fólkaflokkin síðani heilt aftur í sjeytiárunum.
Men nú vil eingin teirra hava nakað við Fólkaflokkin at gera. Og tá hann nú sjálvur setti seg uttanfyri – so var tað so upplagt hjá hinum trimum at kasta saman.
Hesum líður Fólkaflokkurin undir nú – og hesum fer hann helst at líða undir eftir valið eisini.
Jørgen Niclasen og Kári á Rógvi leggja nú uppskot fram um nýval.
Tað er kanska ein desperat roynd hjá tveimum floksformonnum at sleppa fram at valdinum – monnum, sum als onga politiska ávirkan hava.
Talan er um eitt paraduuppskot, sum kann verða samtykt, alt eftir, hvat Tjóðveldi vil.
Men stuttligt er tað kortini at síggja, hvat tað er, sum setir politisku dagsskránna hjá monnum, sum Jørgeni og Kára: At standa uttan ávirkan! Men tað er jú menniskjansligt – í øllum førum millum politikarar.
Nýval fáa vit so kortini. Metir løgmaður, at heystið fer til valstríð og glantrileik, so verður tað fyrr. Fara tingfólk at arbeiða við skili, so verður tað seinni.
Livst so spyrts.