Sunnudagin verður Havstein Klein innsettur sum prestur í Sandoyar prestagjaldi, tá prestavígsla verður í Sands kirkju. Tað er Sonja Klein, virkandi dómpróstur, sum skal innseta.
Fyrr í heyst segði Havstein Klein við Sandsportalin, at hann hevði longu sett sær nøkur mál fyri virkinum á Sandoynni.
- Millum annað ætli eg mær at gera mítt til at menna barna- og ungdómsarbeiðið í kirkjuni, sigur hann við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni.
Og so ætlar hann sær eisini at vitja eldri fólk.
- Annars ætli eg mær at stuðla undir alt tað góða virksemið sum finst í prestagjaldinum, sigur hann.
Jákup Reinert Hansen, ið var prestur, fór fyrr í ár í starv á Fróðskaparsetrinum. Hann var prestur á Sandi í meiri enn 30 ár.
Til innsetanina sunnudagin fer manskórið at luttaka, boðar Sands kirkja frá.