Menninir bíða

Landsliðsvenjing er hjá monnunum, og tí verður tað bert hjá kvinnunum, at hondbóltur verður leiktur um vikuskiftið

Kvinnuhondbóltur

Hóast menninir ikki spæla hetta vikuskiftið, so merkir tað tó ikki, at hondbólturin kring landið er fullkomuliga lamin.
Í kvinnudeildini er nevnliga framvegis ferð á, og her verða tveir dystir leiktir um vikuskifitð.
Í Runavík verður botndystur, tá Tjaldur og Stjørnan takast. Tjaldur hevur higartil í ár havt tann leiklutin, sum tey flestu roknaðu við. Nevnliga niðast á talvuni, men tað er tó mangt, sum bendir á, at tær í Runavík ikki ætla, at hetta skal verða nøkur varandi støða. Útisoigurin móti Kyndli er kanska einasti sigurin, sum liðið hevur vunnið, men hinvegin sýndi hetta, at tær eru førar fyri at glepsa at hinum. Og tað er einki at ivast í, at tær hesa ferð ætla sær at glepsa eftir Stjørnuni.
Undan dystinum eru trý stig á muni millum liðini, og við einum sigri kann Tjaldur sostatt taka seg heilt framat flestu av hinum liðunum í deildini. Stjørnan tykist hinvegin eisini vera komin í gongd nú. Tær vunnu somuleiðis útidystin móti Kyndli, og kann stríðsviljin frá teirri uppgerðini haldast, so er einki at ivast í, at Tjaldur fær eina sera trupla uppgávu.

Leiðslan má haldast
Seinni dysturin sunnudagin verður í Vági, har higartil suverena oddaliðið, VB, tekur ímóti einum neistaliðið, sum tykist vera í einum tungum aldudali.
Tí er einki at ivast í, at VB eru greiðir favorittar undan dystinum. Ikki minst hava útlendsku leikararnir verið grundarsteinar undir góðu avrikunum í heyst, men eisini lokali bulurin á liðnum tykist vera munandi betri, nú tær hava havt viðrák.
Og at VB hevur sigurin fyri neyðini, er heldur einki at ivast í. Meðan tær hava mest sum tikið sær av løttum seinastu vikuna, hevur VÍF vunnið tvær ferðir upp í slag, og eru nú bert fýra stig aftan fyri. VB hevur tó leikt tveir dystir færri, og hendan møguleikan skulu tær nú royna at umseta til ein ítøkiligan fyrimun.