Menninir gjørdust eisini ov stuttir

Eiheldur manslandsliðið megnaði at spæla seg víðari, tá ið teir luttóku í EM-undankapping fyri smátjóðir hetta vikuskiftið. Teir gjørdust eins og kvinnurnar júst ov stuttir

Fyri viku síðani luttók føroyksa kvinnu­landsliðið í EM-undan­kapping fyri smátjóðir í Luksem­burg, og hetta vikuskiftið vóru so menninir við í hesi somu kapping. Hóast teir løgdu ógvuliga væl frá landi við knúsandi 3-0-sigri, so gjørdust teir ov stuttur við ein­um ósigri í síðsta og avgerandi dyst­inum.

Dreymabyrjan
Fríggjakvøldið var fyrsti dysturin á skránni, og hann var ímóti Írlandi. Tað sást frá dystarbyrjan, at før­oyska liðið ikki var serliga væl saman­spælt og skuldi finna seg sjálvt, men tá ið teknisku mistøkini vórðu sílað burtur, fóru Føroyar frá at hava verið aftanfyri 10-14 til at vinna fyrsta settið 25-21.
Í øðrum setti var gongdin nakað tann sama, tó at Føroyar fóru frá írum fyrri í settinum og vunnu tað lutfalsliga trygt 25-20.
Í triðja setti var gongdin jøvn og tað tók leingi at rista teir berjandu írarnar av sær, men tíbetur hepn­aðist hetta í evstu løtu og við 25-23 í triðja setti kundu føroyingarnir fegnast um ein 3-0-sigur og at hava fingið eina dreymabyrjan uppá EM-undankappingina.
Í hesum dystinum fingu teir ungu Trygvi Hansen og Fróði Bærendsen debut á føroyska A-lands­liðnum.

Upp og niður
Leygarmorgunin hitti Føroyar sterka vertslandið, Luksemburg. Hóast Føroyar vóru væl við í fyrsta setti og taptu 20-25, so gjørdist dysturin í grundini talan um ein avsmurning, sum tók Luksemburg stutt meiri enn ein tíma at avgreiða. Teir vunnu tey bæði næstu settini 25-9 og 25-14 og harvið dystin 3-0.
Seinnapartin leygardagin bíðaði Norðurírland føroyingunum, og hesin dysturin minti nakað um dystin ímóti Írlandi, men vunnu Føroyar heldur meiri sannførandi tey bæði fyrstu settini, nevniliga 25-18 og 25-13. Norðurírar vóru um at lima seg inn aftur í dystin við at taka triðja sett, men Føroyar vardu fyri og vunnu ta tepurt 26-24 og harvið dystin 3-0.
Bjarni Larsen varð kosin besti leikari í hesum dystinum.

Útslignir
Sunnudagin var so hesin seinasti dysturin hjá føroysku monnunum á skránni ímóti Skottlandi, og hevði hann alstóran týdning fyri Føroyar í mun til at gerast nummar tvey í bólkinum og harvið spæla seg víðari. Hetta eydnaðist ikki. Hóast Føroyar høvdu gott tak á hinum báðum bretsku londunum, so var Skottland ein ov stórur biti at gloypa, og vunnu teir dystin greitt 3-0 eftir settúrslitini 25-20, 25-17, 25-20.
Úrslitini merktu, at tað vóru Luksemburg og Skottland, sum spældu seg víðari. Luksemburg spældi seg lætt víðari við fullum stigatali, nevniliga 12 stig fyri fýra dystir. Skottland fekk níggju stig, meðan Føroyar fekk snópisliga triðja plássið við seks stigum.
Harvið gjørdust føroysku menn­inir bara ein dyst ov stuttir til at spæla víðari, og er hetta júst sama støða, sum kvinnulandsliðið var í í somu kapping fyri viku síðani.
Jón Joensen og Bjarni Larsen gjørdust toppskjúttar føroyinga tá ið ráddi um at avgera bóltar. Teir báðir avgjørdu 41 bóltar í kappingini hvør, sum gav eitt miðal áljóðandi 3,42 fyri hvørt sett.
Jóhan Petur á Stongum gjørdist besti móttøkuleikar í kappingini tá ið hugt verður at prosentum í mun til móttøkur.