Tann villi
Flavio Briatore er uttan iva litríkasti manegarin í formel 1. Við sínum villu fíggjarævintýrum og parlagið við supermodellini Naomi Campbell, er hann yndisbarnið hjá fjølmiðlunum.
Men maðurin hevur megnað nógv í formel 1, og hevur vunnið stóra virðing í øllum formel 1 heiminum, sjálvt um summi elska at hata italiumannin.
Seldi klæði
Í 1988 var Briatore sølustjóri fyri Benneton fyritøkuna í Amerika. Hann hevði bygt amerikanska marknaðin upp, og var serfrøðingur í sølu og marknaðarføring.
Stóra italska klædnafyritøkan hevði í 1986 keypt Tolemann formel 1 liðið. Liðið var umdoypt til Benneton Formula. Men úrslitini vóru sera sløk. Briatore sjálvur hevði ongan serligan áhuga í formel 1. Men tá hann saman við Luciano Benetton, sum eigur fyritøkuna, var í Adelaide til eina formel 1 koyring í 1988. Lovaði hann, at fekk hann møguleikan, so skuldi hann gera liðið til eitt vinnaralið. Um tað var tí, at Luciano Benetton trúði honum, ella um hann bara hugsaði, at tað neyvan kundi ganga verri, veit bara Luciano Benetton. Men Briatore varð settur í starvið.
Keypti Schumacher
Hann skifti alla leiðsluna út, og umskipaði liðið. Við sínum søluevnum, fekk hann nógvar nýggjar fíggjarligar stuðlar. Við peninginum keypti hann bestu fólkini í formel 1. Var tað onkur, sum ikki livdi upp til vónirnar vórðu tey skift út.
Í 1991 setti Briatore, suðurafrikanan Rory Byrne í starv sum høvuðssniðgeva, og samstundis stjól hann unga týska talentið Michael Schumacher frá Jordan liðnum. Briatore, Byrne og Schumacher megnaðu kappingarárni 1994, 1995 at vinna tvey koyraraheimsmeistaraheitið og eitt liðmeistararaheitið.
Koyrdur av Benetton
Tá Ferrari árið eftir tryggjaði sær Michael Schumacher, og nógvir av sniðgevunum og verkfrøðingunum hjá liðnum fóru við honum, gjørdist gerandisdagurin trupul í Benetton í liðnum. Úrslitini gjørdust alt verri, og í 1997 varð Briatore koyrdur úr starvi.
Flavio Briatore stovnaði fyritøkuna Mechacrone, har hann menti gomlu Renault motorarnar og seldi teir undir nøvnunum Supertec og Playlife til Williams og Benneton. Motorurin varð ongantíð millum teir bestu.
Tá Renault í 2000 keypti Benneton liðið, var Briatore settur sum leiðari. Liðið skifti navn í 2001 og varð til Renault F1. Liðið gjørdi seg skjótt galdandi, í 2002 og 2003 varð liðið nummar fýra í liðmeistaraheitinum og í fjør varð liðið nummar trý.
Longt sáttmálan
Flavio Briatore er enn líka litríkur. Hann dugur enn at finna ungar evnaríkar koyrarar, hetta eru Toyota koyrarin Jarno Trulli og stóra stjørnan í løtuni Fernando Alonso fersk dømi um. Við Renault og nógvum peningi aftan fyri seg, kann hugsast, at Flavio Briatore kann tryggja sær nøkur meistaraheiti afturat. Tað heldur Renault í øllum førum. Í vikuni longdi liðið sáttmálan við Briatore við enn einum ári.
Tann stilli
Ein av orsøkunum til, at Renault formel 1 liðið hevur verið so sannførandi í ár, er sniðið á bilinum. Høvuðssniðgevin er bretið og eitur Tim Densham. Hann er í ferð við at megna nakað tað sama, sum Chelsea hava megnað í enskum fótbólti.
Teir formel 1 bilarnir, sum seinastu fjúrtan árini hava vunnið meistaraheitið, eru sniðgivnir av tveimum monnum. Bretanum Adrian Newey, sum hevur sniðgivið bilar fyri Williams og McLaren, og Suðurafrikanaranum Rory Byrne, sum hevur sniðgivið bilar fyri Benetton og Ferrari. Tim Densham hevur nú blanda seg í toppstríðið.
Virkar handan leiktjøldini
Tim Densham er kendur fyri at vera ein friðarligur maður, sum ikki ger so nógv hóvasták burtur úr sær sjálvum. Honum dámar best at virka handan leiktjøldini, og hann vil helst ikki vera ov sjónligur. Densham er útbúgvin verkfrøðingur á Lancaster Polytechnic. Fyrstu fýra árini, aftan á hann var liðugur at lesa, arbeiddi Densham hjá Rolls Royce. Í 1975 sá hann eina starvslýsing frá Lotus í einum blað. Lotus var tá fremsta formel 1 liðið. Hann fekk starvið og arbeiddi, sum sniðgevi undir leiðslu av kenda formel 1 sniðgevanum Colin Chapman.
Arbeiddi við Senna
Densham byrjaði stutt eftir eisini at virka, sum koyringsverkfrøðingur. Gjøgnum árini hevur han arbeitt sum koyringsverkfrøðingurin hjá Elio de Angelis, Johnny Dumfries, Satoru Nakajima, Ayrton Senna, Nelson Piquet, Stefano Modena, Mark Blundell, Andrea de Cesaris, Ukyo Katayama og Jos Verstappen. Hann hevur tó altíð eisini starvast sum sniðgevi.
Teknaði ein bil sum ikki varð bygdur
Eftir at hava starvast hjá Lotus eina tíð, gjørdist Densham varaleiðari á sniðgevingar deildini. Hetta var í tíðum har Lotus ikki longur var eitt av fremstu liðunum í Formel 1. Fyri at royna nýggjar avbjóðingar, fór Densham til Brabham liðið í 1990, longu árið eftir gjørdist hann høvuðssniðgevi hjá liðnum. Hann arbeiddi við at tekna bilin hjá liðnum til kappingarárið 1992. Men áðrenn bilurin varð bygdur var liðið fari á húsagang.
Densham sat ikki hendur í favn, Tyrrel vóru greiðir yvir royndirnar og evnini hjá honum, og settu hann í starv sum sniðgeva og koyringsverkfrøðing. Ì 1995 gavst Tim Densham, sum koyringsverkrøðingurin. Nógva ferðingin, sum starvið innibar, við at ferðast til allar koyringar, var vorðin ov troyttandi. Stutt eftir gavst hann hjá Tyrrel.
Loyniligan Honda
Í 1998 fór Honda undir eina sera loyniliga formel 1 ætlan. Undir leiðslu av Harvey Postlethwaite arbeiddu Tim Densham og aðrir við at sniðgeva ein Honda formel 1 bil. Tá Postlethwaite bráðliga doyði árið eftir, varð verkætlanin slept, og Honda skrivaði í staðin sáttmála við British American Racing. Hetta var aðru ferð at Densham arbeiddi við at sniðgeva ein bil, sum ongantíð varð tikin í nýtslu.
Benetton liðið vóru skjótir at tryggja sær Densham sum høvuðssniðgeva. Hetta varð triðju ferð, hann hevði leiðsluna í sniðgevingini, og hesuferð gjørdist bilurin veruleiki. Benetton-Playlife B200, varð ongantíð nakar serliga sannførandi bilur. Men hetta komst eisini av, teimum sera avmarkaðu Playlife motorunum. Talan var um ein gamlan Renault motor, sum varð umdoyptur og víðari mentur av Mecachrome fyritøkuni undir leiðslu av Flavio Briatore.
Tá Benetton gjørdist Renault í 2001, arbeiddi Densham saman við Mike Gascoyne sum sniðgevi av nýggju Renault bilunum. Tá Gascoyne fór til Toyota í 2003, gjørdist Densham aftur høvuðssniðgevið. Drúgvu royndirnar hava givið okkum Renault F1 R25. Bilin, sum hevur sett alt og øll uppá pláss í ár. Spurningurin er so um Renault megna, at halda fast í leiðsluni, ella um Ferrari bilarnir hjá Byrne, ella sum sunnudagin McLaren bilarnir, sum Newey enn hevur eitt sindur at gera við, fara at tryggja status quo.
Keldur:
www.grandprix.com
www.renaultf1.com
www.forix.com