Føroyska manslandsliðið leikti í dag fyrsta dystin í EM-undankappingini á Kýpros. Dysturin, sum var ímóti Andorra, endaði við 1-3-tapi.
Føroyar vann annars eitt ógvuliga javnt fyrsta sett 29-27, men tapti síðani tey næstu trý 21-25, 23-25 og 20-25. Talan var yvirhøvur um ein javnan dyst, har Cristian Salvador var í serflokki hjá Andorra og avgjørdi 18 stig frá egnari hond.
Teir, sum byrjaðu inni á føroyska liðnum, vóru Bárður Jacobsen, Bjarki Enni, Thorvald Danielsen, Trygvi Hansen, Suni Juul Pedersen (liðskipari) og Jóhan Petur á Stongunum sum libero.
Í morgin kl.18.00 spæla føroysku menninir ímóti vertinum av Kýpros. Fjórða lið í bólkinum er Norðurírland.
Føroyska kvinnulandsliðið spælir somuleiðis EM-undankapping í hesum døgum. Tær eru í Íslandi, har tær í morgin spæla fyrsta dystin ímóti Luksemburg. Hini liðini í bólkinum eru Ísland og Liktinstein.