Mentamálaráðið tveir nýggjar deildarstjórar

Martin Næs og Una Joensen eru sett í starv sum deildarstjórar í mentamálaráðnum Martin Næs er settur í starv sum deildarstjóri í Mentamáladeildini, sum millum annað umsitur hægri útbúgvingar, gransking, mentan og kirkju. Hann loysir Jóannes Dalsgaard av.

Martin Næs er 54 ár og hevur verið landsbókavørður seinastu 22 árini. Martin Næs er útbúgvin bókavørður og kandidatur í bókasavns- og upplýsingarfrøði.

Martin Næs tekur við starvinum 1. desember 2007.

Mentamálaráðið hevur í dag eisini sett Unu Joensen í starv sum deildarstjóra í Vinnu- og miðnámsskúladeildini, sum millum annað umsitur allar miðnámsskúlarnar (studentaskúlar, HF-skeið, Handilsskúlan, teknisku skúlarnar og Fiskivinnuskúlan), Vinnuháskúlan og Yrkisdepilin (lærlingaútbúgvinarnar).

Una Joensen loysir Eyðbjørn Poulsen av. Una Joensen, sum er 41 ára gomul, er búskaparfrøðingur og hevur seinastu tíðina arbeitt sum ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum. Frammanundan var hon deildarleiðari í Føroya Tele.

Una Joensen tekur við starvinum 1. desember 2007.