Mentamálaráðið vísir lærarum misálit

Mentamálaráðið hevur sent út skriv, har álagt verður lærarunum, hvussu nógv skrivlig avrik næmingarnir skulu lata inn í framhaldsdeildini. Lærararnir skulu halda seg til skrivið, og er tað skúlastjórin, sum hevur eftirlit við, hvørt hetta verður fylgt ella ikki. Hetta eru bæði lærarar og Lærarafelagið rúkandi óð um

Í skrivinum frá Mentamálaráðnum til allar framhaldsdeildir í landinum, verður álagt lærararunum, hvussu nógv skrivlig avrik skulu rættast í hvørjum skúlaári. Hetta er gjørt fyri at lærararnir skulu fáa tímaniðurskurð at rætta uppgávurnar í.
? Lærararnir fáa ikki løn, men tímaniðurskurð fyri at rætta uppgávur. Hvør lærari fær niðurskurð fyri hvønn næming. Mentamálaráðið hevur nú ásett eitt tal, sum lærararnir skulu halda seg til, fyri at fáa tímaniðurskurð, og hetta halda vit er at vísa lærararunum misálit, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.
? Um Mentamálaráðið veit um ein lærara, sum ikki lýkur sítt arbeiði til fulnar, so skulu teir venda sær beinleiðis til tann lærararan, og lata vera við at niðurgera alla lærarastættina.
Lærararnir hava einki í at velja, og noyðast at fylgja skrivinum frá Mentamálaráðnum. Skúlastjórin skal halda skil á, hvørt lærararin gevur flokkunum ásetta talið av uppgávum, sum Mentamálaráðið hevur ásett.
? Lærarafelagið kann onki gera. Vit kunnu mótmæla, átala og viðmerkja, og síðani kann Mentamálaráðið rætta seg eftir okkum, um mett verður, at felagið hevur nóg góðar grundgevingar, men tað er verri enn so ikki altíð, at tað verður soleiðis, greiðir forkvinnan í Lærarafelagnum frá.

Leggja sak

Ásett er í skúlalógini frá 1979, at grundskeið og víðkað skeið skulu verða í enskum og í rokning. Men tá sparingar vórðu gjørdar, vórðu allir næmingar koyrdir á víðkað skeið, og grundskeiðið var strikað.
? Mentamálaráðið ætlaði at taka rættingarniðurskurðin fyri frá lærarum hjá 8. og 9. flokki. Men tað kunnu vit als ikki. Tí tá talan er um víðkað skeið, so noyðast næmingarnir at byrja at skriva í 8. flokki fyri at fáa hampuligt innlit og kunning í enskum. Men hetta hevur Mentamálaráðið tikið burtur, tí broytingar kunnu ikki gerast mitt í einum skúlaári, vísir Elsa Birgitta Petersen á.
Forkvinnan í Lærarafelagnum sigur, at hetta er ein niðurgerðing av lærarunum, og at hetta vísir einki annað enn misálit frá Mentamálaráðnum.
? Lærarar undirvísa við støði í einum rundskrivi frá 1980, sum eitur Rundskriv um tænastutíð hjá tænastumonnum, og soleiðis hevur verið arbeitt í meira enn 20 ár. Vit góðtaka als ikki, at rundskrivi brádliga skal hondhevast øðrvísi.
Elsa Birgitta Petersen vísir á, at talan er um siðvenju, og at soleiðis hevur verið undirvíst í langa tíð. Tað ber ikki til brádliga at broyta siðvenjuna, og so als ikki, tá fyrisitingin ikki kennir mannagongdina hjá lærarunum.
? Lærararnir eru ógvuliga hugstoyttir, tí hetta er ein kompakt mistrúgv á teir. Hatta vísir bara massivt kontrol, og onki álit. Hetta ger eisini, at sálarligu arbeiðsumstøðurnar gerast ógvuliga vánaligar, sigur Elsa Birgitta Petersen.
Eisini ger forkvinnan í Lærarafelagnum greitt, at nógvir nýggir arbeiðshættir eru komnir inn í føroysku undirvísingarskipanina, og tí ber illa til at vita, hvussu hetta skal tulkast. Til dømis ávegis skriving, sum er, at næmingarnir skriva eina uppgávu, sum lærarin fær at rætta, og síðani fær næmingurin hana aftur at arbeiða víðari við. Skal hetta teljast sum ein uppgáva ella er hetta fleiri uppgávur?
? Eitt slíkt skriv ger, at lærararnir miss mótið, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag at enda.