Mimir er í kvøld karmur um stórt mentanartiltak við upplestri, frásagnum, framførslum og tónleiki. Tiltakið rópa fyrireikararnir Mentanarmekka í Mimir.
- Í sambandi við bókadagarnar, ið verða hildnir í Norðurlandahúsinum komandi dagarnar, toga vit mentanina oman í miðbýin, eftir fríggjakvøldið hevur lagt seg yvir landið. Mimir letur dyrnar upp inn í grøna rúmið har yrkjarar, sniðgevar, sjónleikarar, rithøvundar og tónleikarar fara á pall at framføra tað besta, tey eiga í sær, siga fyriskipararnir í skrivi.
Høvi verður eisini at síggja framsýningina við fotomyndum hjá Flóvini Viderø, ið prýða veggirnar í Mimir í hesum døgum.
Skráin í kvøld er henda:
20.00: Vælkomin
20.10: Flóvin Viderø (tónleikur)
20.25: Kim Simonsen (upplestur)
20.40: Marjun Syderbø Kjelnæs (upplestur)
20.55: Tóroddur Poulsen (upplestur)
21.10: STEÐGUR
21.25: Randi Samsonsen (hugleiðing/upplestur)
21.40: Daniella Andreasen (upplestur)
21.55: Lív í Baianstovu (tónleikur)
22.10: Marita Dalsgaard (framførsla)
22:25: Durita Holm, lesur upp úr nýggju krimiini, Offurmorðið Trygvi Danielsen (upplestur)
22.40: Vivian Sjóðklett (upplestur)
22.55: Petur Pólsson (upplestur)
23.10: Páll Nolsøe (lesur brot úr nýggju krimiini, "Brot")
23.25: Trygvi Danielsen (upplestur)
23.40: Flóvin Viderø (tónleikur)