Mentan og list í skúlunum stóran týdning

Anne Bamford hevur gjørt eina kanning um týdningin av mentan og list í skúlunum í fleiri londum, og í fjør heyst gjørdi hon líknandi kanning í Føroyum

Boðskapurin hjá Anne Bamford er týdningurin av at børn fáa list og mentan sum fak í skúlanum.
- Tað var Norðurlandaráðið, ið fyri árum síðani ynskti at nærri varð hugt eftir, hvat list og mentan høvdu at týða fyri børn í skúlanum, so eg havi kannað hetta í norðurlondum. Tann fyrsta kanningin var í Danmark, síðani Ísland og Noreg, sigur Anne Bamford.
Síðani stóð Finland á skránni og nú Føroyar, sum Mentamálaráðið og Norðurlandshúsið standa aftan fyri.
Hetta er nakað, sum lættliga kann innførast í allar skúlaskipanir, eisini ta føroysku.
- Ja, saktans. Hetta er ein heimsumfatandi kanning, sum eg gjørdi í 2004 fyri UNESCO. Nú hyggja vit í smálutum eftir hvørjum landi sær, hvat tey gera væl innan list og mentan, men eisini at tí, sum londini hvør sær eiga at gera betri í mun til ta list og mentan, ið børnini fáa borðið, sigur Anne Bamford.
Hon heldur, at list og mentan er at alstórum týdningi fyri børn í skúlanum.
- Tað hevur stóran týdning fyri sosialu og sálarligu menningina hjá børnum, men eisini um tú hevur hetta grundarlagið, gerst hugflogið eisini betri, og tað hevur ávirkan á hvat slag av starvi tú fært seinni í lívinum, sigur Anne Bamford.
Og tað hevur eisini ávirkan á búskapin í landinum, eins væl og á einstaka barnið.
Føroyska kanningin fór fram í sugust og september í fjør.
- So eg veit meira um føroyska mentan og list nú, enn áðrenn eg gjørdi kanningina, tí eg visti satt at siga ikki so nógv um føroyska mentan áðrenn eg kom higar. Tað hevur verið ein framúrskarandi møguleiki at síggja listina og hondverkið hjá fólki, og ikki minst at hoyra frálíka tónleikin, sigur Anne Bamford.