Álit/bakgrund
Tað sipað verður til her er mentanarálitið, sum Óla Holm, landsstýrismaður legði fram týsdagin, og síðani oljuvinnuálitið, sum Eyðun Elttør, landsstýrismaður legði fyri tingið dagin eftir, mikudagin. Neyvan hava tvey øki fingið so nógva umrøðu í seinastuni sum nettupp mentanin og oljan. Hvussu er støðan á hesum økjum í dag, hvønn veg ber tað, og hvat vilja vit! Hetta eru dagsins spurningar. Tað er tí kanska ikki so burturvið heldur, at vit fáa tvey aðalorðaskifti á tingi dag um dag um tvey so stór og fyri Føroyar nær tengd mál.
Vinna og mentan hava vanliga ikki verið tengd saman í føroyskum høpi, men hyggja vit uttan um okkum, so er tað heilt vanligt, at hesi bæði økini stuðla uppundir hvørt annað. Symbolikkinum bagir tí heldur einki, tá hugt verður at permunum á teimum báðum álitunum, sum nú liggja á borðunum hjá øllum landsins tingmonnum og landsstýrismonnum sum tvey týðandi skjøl, ið skulu vera við at byggja brúgv millum nútíð og framtíð.
Permurnar á álitunum illustrera væl munin millum hesi bæði økini men sæð í einum størri samfelagshøpi ber eisini til at síggja samanhang og samlag. Á permuni á mentanarálitinum eru tey bleytu virðini, ein bláklokka, meðan tað bókstaviliga sæð eru tey hørðu virðini, sum síggjast aftur á permuni á oljuálitinum, ein diamantherd borikrúna. Harðari kann tað neyvan verða.
Bláklokkan í mentanarálitinum roynir at festa røtur í eini lítlari rivu á eini hellu. Hon livir bara av tí vatni, sum skolar eftir helluni. Her liggur nógvur symbolikkur vísandi til komandi mentanartilgongdina.
Borihøvdið í hinum álitinum, oljuálitinum er so tað harðasta av tí harða, sum er í samfelagnum og sum symboliserar royndinar at finna fram til oljuríkidømið í undirgrund okkara.
Eftir stendur so spurningurin: hvussu tvey so ymisk øki, tvey so ymisk álit ? ið byggja uppá so stórar mótsetningar sum tey bleytu og tey hørðu virðini - kunnu sampakka, virka saman í eini eind landi og fólki til frama.
Tað er eisini búskapur í mentan. Mentanin er í nógvum londum størsti ídnaðurin í framleiðslu av musikki, filmi, radio- og sjónvarpsprogrammum o.ø. Nógv lond hava góðar royndir av, at mentan og vinnulív samstarva, og vinnulívið hevur stóra gleði av at brúka listafólk í vinnulívinum. Tað snýr seg ikki um at keypa ella sponsorera eina konsert ella framsýning. Tað snýr seg um at brúka listafólk inni á virkinum. Tey koma við nýggjum hugskotum, við kreativiteti og fornýggilsi. Tey virki, sum brúka listafólk, fáa gott úrslit.
Taka vit so hina støðuna, so er tað eisini vanligt í okkara grannalondum, at mentanarlívið verður fíggjað av vinnulívinum. Stórar fyritøkur hava stovnað grunnar, sum stuðla mentan og list.
Men her er avgerandi, at listin hevur sítt frælsi og kann virka frítt.
Spurningurin er í hvønn mun pengar frá oljuvinnuni skulu í grunnar, og har føroyingar so sjálvir gera av, hvat teir skulu fara til. Ella um oljufeløgini sjálvi skulu gera av, hvussu hesir pengar verða skilabest brúktir til at menna føroyska førleikan í hesi vinnuni.
Tað eru m.a. hesar spurningar vit hava sett teimum báðum landsstýrismonnunum í blaðnum í dag.